logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Landsbókasavnið
Landsskjalasavnið
 
aa Avhending av skjølum
 
  Góðkenning
 
  Eftirlit
 
  Heimlán
 
  Ráðgeving
 
  Atgeingi til skjøl
 
  Lesistova
 
  Fjarlán
 
  Undirvísing og kunning
 
  Prísir
 
  Frágreiðingar
 
  Søgan um Landsskjalasavnið

Fornminnissavnið
Náttúrugripasavnið
 
Lesistova

Á lesistovuni finnast kopi, mikrofilmar og fløgur av savnindum, ið vanliga verða nógv nýtt; eitt nú úr kirkjubókum, fólkateljingum og skiftiprotokollum. Vitjandi á lesistovuni kunnu nýta hesi avrit. Vanliga er galdandi, at ein bert kann taka eina protokoll, eina savnseskju ella eina filmrullu í senn.

Um ein ynskir at nýta tilfar, ið finnist í høvuðs- ella útgoymslu, skal ein fylla út bíleggingarseðil á lesistovuni. Starvsfólk á lesistovuni avgreiða síðani bíleggingina.

Størsti parturin av tilfarinum, ið vanliga verður nýtt, er í høvuðsgoymsluni. Savnindi úr høvuðsgoymsluni verða vanliga avgreidd innan ½ tíma.

Fyri savnindi, ið liggja í útgoymsluni, má roknast við at avgreiðsla kann taka upp til eina viku.

Savnindi, so sum kirkjubøkur, skiftiprotokollir, skeyti- og pantiprotokollir o.l. kunnu tó ikki leggjast av.
 
SAMBAND
Guðrið Poulsen
340 537
[email protected]

Lesistovan
340 540
Upplatingartíðir