logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Landsbókasavnið
Landsskjalasavnið
 
aa Avhending av skjølum
 
  Góðkenning
 
  Eftirlit
 
  Heimlán
 
  Ráðgeving
 
  Atgeingi til skjøl
 
  Lesistova
 
  Fjarlán
 
  Undirvísing og kunning
 
  Prísir
 
  Frágreiðingar
 
  Søgan um Landsskjalasavnið

Fornminnissavnið
Náttúrugripasavnið
 

 
Frágreiðingar

Frágreiðing um eftirlit og ráðgeving 2005-2011

Frágreiðing Landsskjalasavnsins um eftirlit og ráðgeving á journal- og skjalasavnsøkinum hjá almennum myndugleikum fyri tíðarskeiðið 2005-2010 er liðug. Frágreiðingin, sum er hin fyrsta av sínum slagi, leggur størstan dent á eftirlit í tíðarskeiðnum 2006-10 og eina kanning av almennum myndugleikum í 2005.

Endamálið við frágreiðingini er at fáa innlit í støðuna viðvíkjandi journal og skjalasavni hjá almennu myndugleikunum í Føroyum og at koma við tilráðingum og møguligum spurningum til ætlanir innan skjalasavns- og journaløki landsins.

Í frágreiðingini verður mælt til:

• at myndugleikar í Føroyum hava betri fyrilit fyri skjalasøvnum sínum,
• at allir myndugleikar í Føroyum fáa ein KT-politikk, sum raðfestir varðveiting,
• at almennu myndugleikarnir hava ein politikk og fastar mannagongdir fyri varðveiting av talgildum samskifti (t.d. telduposti),
• at størri orka og meiri peningur verður settur av til at skipa og varðveita skjøl í almennu fyrisitingini/umsitingini,
• at vandin fyri, at talgild savnindi møguliga ikki verða tøk í framtíðini, verður tikin í størri álvara av miðfyrisiting og politiska valdinum, og
• at meiri peningur verður settur av til íløgur í og rakstur av KT-varðveiting í Føroyum.
SAMBAND
Sámal Tróndur F. Johansen
340 530

[email protected]