logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Landsbókasavnið
 
aa Avgreiðslan
 
  Útlánið
 
  Bókasavnskunning
 
  Føroyadeild
  aa
Handrit aaaaaaaaa
 
    Talgilding

Føroyska Netsavnið

  Avhending av skyldueintøkum
 
  Tjóðbókaskrá
 
  ISBN skrivstova
 
  Ert tú ...
 
  Bókastovan
 
  Um Landsbókasavnið
 
  English

Landsskjalasavnið
Fornminnissavnið
Náttúrugripasavnið
 
 
 
 
 
Talgilding

 Talgilda bókasavnið, sum er tann parturin av bókasavninum, ið er tøkur á talgildum miðlum og á netinum, hevur verið til nú í fleiri ár.

Landsbókasavnið var við frá byrjan, eitt nú tá ið avtalur vórðu gjørdar við veitarar av elektroniskum bókasavnstænastum, t.d. tað, sum nú er E-feingi ella EBI.

Longu í 2001 varð samstarv skipað millum bókasøvn í Føroyum, Íslandi og Grønlandi, sum hevði til endamáls at fara undir at skanna og talgilda partar av prentaða mentanararvinum hjá hesum trimum londunum. Í 2015 fekk Landsbókasavnið talgilda øll bløð og tíðarrit ið áður bert vóru atkomilig á mikrofilmi. 

Úrslit av hesum er at finna á Tíðarrit.fo (leinki: http://www.tidarrit.fo/), har atgeingi er til fleiri túsund talgildar blaðsíður av prentaða mentanararvinum, ið er varðveittur í bløðum og tíðarritum.

Sum er eru uml. 40 føroysk tíðarrit talgild í Tíðarrit.fo.

Umframt tey bløð, sum longu eru at finna á Tíðarrit.fo, er ætlanin at fara at at talgilda enn fleiri, og arbeitt verður støðugt við at menna talgildingararbeiði á Landsbókasavninum.


Landsbókasavnið er eisini sum eina roynd farið undir at talgilda bókmentir. Ætlan er at talgilda m.a. ummæli, ritgerðir, útvaldar bøkur, handrit og skjøl við tí fyri eyga, at leggja út á netið.

Umframt áðurnevnda talgilda tilfar, avritar og savnar Landsbókasavnið eisini inn allar føroyskar heimasíður.

Talgildingin er ein av teimum avbjóðingum, sum bókasøvnini ikki koma uttanum at taka støðu til.

Her liggur ein av komandi høvuðsuppgávunum hjá bókasøvnunum at taka sær av.
 
SAMBAND
Erling Kjærbo
bókavørður
340 538
[email protected]