logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Landsbókasavnið
 
aa Avgreiðslan
 
  Útlánið
 
  Bókasavnskunning
 
  Føroyadeild
  aa
Handrit aaaaaaaaa
 
    Talgilding

Føroyska Netsavnið

  Avhending av skyldueintøkum
 
  Tjóðbókaskrá
 
  ISBN skrivstova
 
  Ert tú ...
 
  Bókastovan
 
  Um Landsbókasavnið
 
  English

Landsskjalasavnið
Fornminnissavnið
Náttúrugripasavnið
 
 
 
 
 
Føroyadeild

Uppgávur & endamál
Føroyadeild hevur sum uppgávu at savna, skráseta og goyma allar føroyskar bókmentir og alt, sum er skrivað av bókmentum um Føroyar og av føroyingum.

Endamálið við hesi uppgávu er at varðveita ein týðandi part av føroyska mentanararvinum til komandi tíðir.

Uppgávan fevnir ikki bara um bøkur, bløð og tíðarrit, men eisini um ljóðbøkur, filmar, tónleikaútgávur, plakatir, sjónleikir, álit, serritgerðir, smáprent (t.d. valskráir, lýsingabløð og faldarar), spøl og talgildar teldutøkar útgávur so sum e-bøkur, ritgerðir, greinir o.tl., umframt føroyska partin av tí, sum verður almannakunngjørt á internetinum.

Til Føroyadeildina hoyrir eisini ein Handritdeild og umsitingin av avhendingini av skyldueintøkum.

Tilfar, ið ikki kemur undir reglurnar um skylduavhending t.d.ikki útgivið tilfar, ritgerðir, handrit og útlandskt tilfar, verður antin keypt ella umbiðið av Landsbókasavninum.

Tænastur
Øll hava atgongd at síggja tilfar, sum er í varðveitslu í Føroyadeild, men tað ber tó ikki til at læna tilfarið heim við. Nógv av tilfarinum í Føroyadeild kann tó lænast í vanliga útláninum.

Er ikki annað viðmerkt og tilfarið tolir tað, ber til at taka avrit av tí til egið brúk.

Um tilfarið longu er tøkt í talgildum líki ella á mikrofilmi, verður víst til hesar útgávur, fyri at minka um slit av pappírsútgávunum.

Í leitiskipanini www.bokasavn.fo er atgongd til tað mesta av talgilda tilfarinum sum er skrásett og goymt í Føroyadeild.

Í einstøkum førum kann atgeingi til tilfar í Føroyadeild ella Handritadeildini vera avmarkað, og tá krevst oftast serstakt loyvi til at síggja tilfarið, - tað verið seg antin vanligt prentað ella talgildt teldutøkt tilfar.

Í Føroydeild verður goymt mangt og hvat forkunnugt tilfar, helit frá tí at fyrsta føroyska bókin kom út í 1822 og eldri og fram til í dag.

Føroyadeildin tekur eisini ímóti ritgerðum á kandidat, master ella ph.d-ritgerðum. Tær kunna latast inn her
SAMBAND
Sólvør K. Henriksen
bókavørður
340 515
[email protected]
Upplatingartíðir