logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Landsbókasavnið
 
aa Avgreiðslan
 
  Útlánið
  aa
Spyr bókavørðin
 
    Lesistova
 
    Fjarlán
 
    Lán um internetið
 
    E-savn
 
    Framsýningar hjá Landsbókasavninum
  Bókasavnskunning
 
  Føroyadeild
 
  Avhending av skyldueintøkum
 
  Tjóðbókaskrá
 
  ISBN-skrivstova
 
  Ert tú ...
 
  Bókastovan
 
  Um Landsbókasavnið
 
  English

Landsskjalasavnið
Fornminnissavnið
Náttúrugripasavnið
 
 
 
 
 
Útlánið

Útlánið á Landsbókasavninum er opið, tá Landsbókasavnið er opið.

Í útláninum eru bøkur og annað tilfar, sum lánarar kunnu læna við sær heim. Har er eisini atgongd til e-tænastur, so sum E-feingi (vísindabókmentir á netinum) og EBI (bløð, tíðarrit og handbøkur á netinum). 

Lánari, sum tørvar hjálp at leita eftir ávísum lesi- ella kunningartilfari ella sum kundi hugsað sær at fingið yvirlit yvir, hvat er skrivað um ávíst evni, kann venda sær til bókavørðin, sum er á vakt. Bókavørður er á vakt hvønn dag kl. 13-16.

Tað ber eisini til at ringja til bókavørðin ella senda teldupost [email protected]

Umframt lán úr útláninum ber til at síggja og arbeiða við tilfari, sum er á Føroyadeild ella á Handritadeildini. Um tilfarið tolir tað, kann loyvi gevast at taka avrit av tilfari, sum ikki er til láns.

Alt lesi- og handritatilfar á Landsbókasavninum er skrásett í bókasavnsskipanini.

Í útláninum er eisini lesistova við handbókum og tíðarritum, sum kunnu brúkast á staðnum.

Fleiri arbeiðspláss eru, har til ber at sita og lesa ella skriva. Tráðleyst net er í útláninum.

Landsbókasavnið heldur saman við øðrum útbúgvingar- og granskingarstovnum ein hóp av bókasavnstilfari á netinum, vísindaligir leitigrunnar og tíðarrit, nevnt E-feingi, sum serliga er ætlað lesandi á hægri lærustovnum og granskarum.

Eisini heldur Landsbókasavnið saman við nøkrum skúlum fleiri handbøkur og tíðarrit á netinum, nevnt EBI.  
Sí upplatingartíðir

Samband:
Útlánið
340 526
[email protected]

Annika Smith
1. bókavørður
340 511
[email protected]
Upplatingartíðir 
Snarvegir
Leita á landsbókasavninum

E-feingi

EBI