logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Um Landsbókasavnið

Føroya Amts Bókasavn, sum seinni fekk heitið Føroya Landsbókasavn, varð sett á stovn sum sjálveigandi stovnur í 1828. Ein av stovnarunum, Jens Davidson, amtsskrivari, virkaði sum bókavørður savnsins til hann doyði í 1878.

Bókasavnið helt til í egnum húsum oman fyri Quillingsgarð frá 1830 til tað í 1931 flutti út á Debesartrøð.

Tá ongin bókavørður var at røkja savnið, fall tað sum frá leið í órøkt, og bøkurnar vóru eina tíð niðurpakkaðar.

M.A. Jacobsen fekk sær útbúgving sum bókavørður í 1920, og tók við sum bókavørður, fór hann beinanvegin undir at skráseta og byggja savnið uppaftur av nýggjum eftir teimum fólkabókasavnshugsjónum, sum tá vóru frammi Norðurlondum og USA.

Við heimastýrislógini í 1948 var bókasavnsmálið yvirtikið sum føroyskt sermál, og Føroya Landsbókasavn kom undir landsstýrið. Nøkur ár seinni kom lógin um landsbókasavn, løgtingslóg nr. 31 frá 2. mai 1952 um landsbókasavn v.m., og sama árið kom eisini kunngerð nr. 42 frá 16. juni 1952 um avhending av skyldueintøkum v.m.

Tey fyrstu árini, til nýggj bókasavnslóg kom í 2001, vórðu 3 av skyldueintøkunum send donskum ríkisbókasøvnum ella brúkt til bókabýti, og eitt eintak var so goymt í Føroyadeildini á Landsbókasavninum.

Mikudagin, 24. september 1980 fekk landsbókavørðurin Sverri Egholm handað nýggju bókasavnshúsini í J. C. Svabosgøtu 16 niðan fyri Debesartrøð. Hetta var eftir tátíðar meti stórur bygningur, uml. 1.800 m2.

Landsbókasavnið virkar í dag eftir løgtingslóg nr. 79 frá 8. mai 2001 um bókasøvn, sum broytt við løgtingslóg nr. 148 frá 20. desember 2005. Bókasavnslógin er eisini galdandi fyri fólka- og skúlabókasøvn landsins, og hon er haraftrat galdandi fyri bókasøvnini á vinnu- og miðnámsskúlunum og í hægri undirvísingarstovnum.

Landsbókasavnið
Eftir lógini er Landsbókasavnið tjóðbókasavn, høvuðsbókasavn og vísindabókasavn.

Endamál savnsins er:
• at savna allar føroyskar bókmentir og so mikið sum gjørligt av bókmentum um Føroyar
• at taka ímóti skylduavhendingini av útgivnum føroyskum verkum
• at skráseta, varðveita og fremja útbreiðslu av kunnleika um hetta og annað tilfar
• at skipa fyri skráseting av føroysku tjóðbókaskránni
• at hava handritadeild
• at vera føroysk skrivstova í sambandi við altjóða skráseting av bókum, tónleiki og tíðarritum
• at umsita tær uppgávur, ið álagdar eru Bókastovuni
• at veita vísindabókasavnstænastu

Sambært bókasavnslógini er lógfest skylda at lata Føroya Landsbókasavni 4 ókeypis eintøk av teimum verkum, ið verða givin út í Føroyum. Avhendingarskyldan áliggur tí, sum framleiðir liðug eintøk til útgávu. Tá ið tað snýr seg um útgávu, har eintøkini av verkunum eru framleidd uttanlands, hevur útgevarin avhendingarskyldu. Sí eisini Kunngerð nr. 4 frá 20. januar 2012 um avhending av skyldueintøkum til Landsbókasavnið í Søvnum Landsins.

Á Landsbókasavninum eru umframt fyrisitingina hesar deildir:

Føroyadeild
Innsavning, skráseting, goymsla og varðveiting av bókligum prentaðum og talgildum tilfari, tónleiki, myndum v.m.
Handritadeild, savn av smáprentum, blað- og tíðarritsdeild og umsiting av avhendingarskylduni.

Tjóðbókaskrá
Skráseting til føroysku tjóðbókaskránna. Føroysk ISBN, ISMN og ISSN-skrivstova.

Miðling
Avgreiðsla, útlán, vísindadeild, lesistova og Bókastovan.

Uppgávurnar fevna um m.a avgreiðslu av lánarum, bókasavnskunning vísindabókasavnstænasta, t.d. E-feingi og e-bøkur, tænastur til bókasøvn og stovnar og býtið av bókasavnsgjaldinum.

Aftrat kemur rakstur og umsiting av bókasavnsskipanini Aleph.

Umframt Landsbókasavnið eru 18 fólkabókasøvn, 13 skúlabókasøvn og 13 stovnsbókasøvn í Føroyum. Landsbókasavnið keypir og skrásetir bøkur o.a. tilfar fyri tey flestu av hesum bókasøvnunum. Landsbókasavnið hevur eisini avtalu við Setrið um veiting av bókasavnstænastu.

Nakrar bókmentir um Landsbókasavnið

  • Sverri Egholm: Bókasavnsarbeiði í Føroyum 30-40 ár afturút. Skúlablaðið 1.-2. hefti, januar-februar 1974, s. 70-78.
  • Sverri Fon: Bókasavnsarbeiði í Føroyum. Útiseti 3, 1948, s. 100-111.
  • Føroya Landsbókasavn: Ársfrágreiðing 2011.
  • M.A. Jacobsen: Føroya Amts Bókasavn 1828-1928. Minningarrit. Tórshavn, 1929.
  • Nýggja bókasavnið alment tikið í nýtslu. Dimmalætting, leygardagin, 27. september 1980.
  • Martin Næs: Hvør eigur flaggknappin? Greinir, ummæli, røður og samrøður um mentunarligar spurningar. Fuglafirði, Sprotin, 1995.
     
Landsbókasavnið
SAMBAND:
Avgreiðsla: 340 525
Útlán: 340 526

Starvsfólkasíða

Starvsfólk á Landsbóka-
savninum
 



FLB bygningur1
    Fyrsti bókasavnsbygningurin 
    í Erling Jalsgøtu

FLB bygningur2
    Gamla bókasavnið
    á Debesartrøð. Skjalasavnið og 
    og forngripagoymslan hildu til
    á loftinum. Húsini vórðu tikin
    í nýtslu í 1931.