logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Landsbókasavnið
 
aa Avgreiðslan
 
  Útlánið
 
  Bókasavnskunning
 
  Føroyadeild
 
  Avhending av skyldueintøkum
  aa
Avhending av talgildum útgávum
 
    Ofta settir spurningar
  Tjóðbókaskrá
 
  ISBN skrivstova
 
  Ert tú ...
 
  Bókastovan
 
  Um Landsbókasavnið
 
  English

Landsskjalasavnið
Fornminnissavnið
Náttúrugripasavnið
Biofar
 
 
 
 
 
OSS – Ofta settir spurningar

• Eg eri í iva.
Hvat skal so latast inn?

Alt, ella næstan alt, skal latast inn. Innheinting av skyldueintøkum fer fram sambært Kunngerð nr. 4 frá 20. januar 2012 um avhending av skyldueintøkum til Landsbókasavnið.
Í kunngerðini eru eisini dømi um útgávur, sum koma undir reglurnar um skylduavhending antin talan er um prentað ella um talgilt tilfar ella útgávur á netinum.
Har verður m.a. nevnt hetta: avísir, árbøkur, bløð, bóklingar, bøkur, faldarar, ferðaætlanir, flogseðlar, framleiðslulýsingar, framskorin kort, frágreiðingar, kort, leikskráir, lýsingar, myndir, nótar, plakatir, postkort, príslistar, roknskapir, skráir, sølutilfar, tíðarrit o.s.fr.
Í kunngerðini ber eisini til at lesa um tilfar, sum ikki kemur undir avhendingarskyldu.
Í § 3, stk. 4 í kunngerðini er ásett, at er talan um útgávur, ið eru tøkar á netinum, skulu hesar fráboðast Landsbókasavninum so hvørt.

• Bloggar
Eg skrivi blogg

Ein bloggur er at rokna sum ein útgáva. Í slíkum føri skal Landsbókasavnið hava fráboðan um bloggin. Avhendingarskyldan er galdandi, um tú ert føroyingur, og uttan mun til hvar tú býrt, á hvørjum máli, bloggurin er skrivaður, ella hvar hann verður útgivin.

• Bløð
Eg gevi út blað á netinum

Blaðútgáva á netinum uttan mun til innihald og snið kemur undir reglurnar um skylduavhending og skal tí fráboðast Landsbókasavninum.

• Facebook
Eg havi skrivað eina (umfatandi) hugleiðing á Facebook

Høvuðsreglan er , at tað skulu avhendast eintøk av øllum verkum, sum eru útgivin í Føroyum. Landsbókasavnið tekur støðu til, um tað metir at ein útgáva kemur undir hugtakið verk, sum er at skilja ein avmarkað mongd av upplýsingum, sum er at meta sum ein liðug og sjálvstøðug eind.
Ein stutt viðmerking á Facebook er neyvan eitt verk og kemur sostatt ikki undir reglurnar um skylduavhending.
Undantøk kunnu vera, t.d. um ein viðmerking ella táttur eru so umfatandi, at hetta kemur undir hugtakið verk, sum eigur at verða varðveitt fyri eftirtíðina.
Støða má takast til hetta í hvørjum einstøkum føri. Eru ivamál um hetta, so eigur Landsbókasavnið at fáa fráboðan. Skyldan um avhending er bara galdandi,um tilfarið er merkt alment atkomuligt ella verður kunngjørt einum størri bólki.

• Fotobók
Eg havi gjørt eina fotobók

Fotobøkur og aðrar útgávur, sum eru ætlaðar eini avmarkaðari privatari fjøld, t.d. familju ella arbeiðsfeløgum koma ikki undir reglurnar um avhending av skyldueintøkum.
Øðrvísi er, um slíkar útgávur eru atkomiligar í handli ella á annan hátt almannakunngjørdar, tí tá eru reglurnar um skylduavhending galdandi.

• Grein ella ummæli
Eg havi skrivað eina grein ella ummæli

Hjá Landsbókasavninum er tað av stórum týdningi at kunna savna inn og skráseta greinir, sum eru meir enn ein tíðindastubbi, t.d. vísindaligar greinir, kronikkir, hugleiðingar ella ummæli. Og tað ger einki, antin greinin stendur í einum føroyskum ella einum útlendskum riti.
Tit kunnu senda okkum greinina ella ummælið á leinkinum (http://www.flbintra.net/erlnet/index.php/midhladepil/annadh/) ella boða frá við teldubrævi á [email protected]

• Ritgerð
Eg vil fegin lata mína ritgerð inn – er tað skylda?
Nei, ritgerðir, sum ikki eru givnar út alment, koma ikki undir skyldu, men tit eru vælkomin at lata Landsbókasavninum ritgerðina til at goyma og læna út. Vit taka fegin ímóti ritgerðum á kandidat- ella masterstøði og doktararitgerðum, sum føroyingar hava skrivað ella sum eru um føroysk viðurskifti.
Til ber at senda okkum ritgerðina her (http://www.flbintra.net/erlnet/index.php/midhladepil/ritgerdh).
Eru tit í iva, ber til at spyrja á Landsbókasavninum.

• Wikipedia
Eg havi skrivað í Wikipediu

Greinir í Wikipediu (t.d. http://fo.wikipedia.org/wiki/) eru vanliga frítt atkomiligar, og tí verður slíkt tilfar savnað inn við innheystingini av føroyska internetinum, sum Landsbókasavnið skipar fyri við jøvnum millumbilum.


 
SAMBAND
Sofía Olsen
bókavørður
340 524
[email protected]