logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Landsbókasavnið
 
aa Avgreiðslan
 
  Útlánið
 
  Bókasavnskunning
 
  Føroyadeild
 
  Avhending av skyldueintøkum
  aa
Avhending av talgildum útgávum
 
    Ofta settir spurningar
  Tjóðbókaskrá
 
  ISBN skrivstova
 
  Ert tú ...
 
  Bókastovan
 
  Um Landsbókasavnið
 
  English

Landsskjalasavnið
Fornminnissavnið
Náttúrugripasavnið
 
 
 
 
 
Avhending av talgildum útgávum

 
Ásetingar og reglur um avhending av skyldueintøkum til Landsbókasavnið eru galdandi uttan mun til á hvørjum miðli verkið fyriliggur. Tí skulu útgávur av talgildum kunningartilfari og útgávur á netinum eisini avhendast.
Skyldan áliggur teimum, sum framleiða talgildar útgávur, ella sum leggja talgildar útgávur út á internetið.
Landsbókasavnið ger av, hvussu avhendingin í slíkum førum fer fram.

Fráboðan
Fyri útgávur á internetinum er galdandi, at útgevarar, feløg, virki, stovnar ella einstaklingar hava skyldu til at fráboða Landsbókasavninum hesar útgávur so hvørt, sum tær verða almannakunngjørdar.

Fyri talgilt tilfar, ella tá ið talan er um útgávur á netinum, hava tey, sum almannakunngera ella leggja út slíkt tilfar, hesar møguleikar at fráboða og/ella senda okkum tilfarið:
Farið inn á síðuna Miðladepil.

Útgevarar
Útgevarar, prentvirki, miðlafyritøkur o.tl. kunnu gera avtalu við Landsbókasavnið um at senda framleitt og almannakunngjørt tilfar beinleiðis. Sigið Landsbókasavninum frá, tá tit ætla at fara undir at senda okkum tilfar, sum kemur undir reglurnar um skylduavhending.
Tað ber til at senda okkum tilfarið við at fara inn á leinkið: Send tilfar til Landsbókasavnið

Einstaklingar, stovnar, ráð, nevndir, virki, feløg
Hesi, sum geva út eitt nú rit, álit, frágreiïngar ella greinir á internetinum, hava skyldu til at fráboða og senda Landsbókasavninum útgivna tilfarið.
Hetta kann gerast við at fara inn á leinkið: Send tilfar til Landsbókasavnið.

Fráboða við telduposti
Um ikki ber til at brúka ein av omanfyri standandi framferðarhættum, kann útgáva fráboðast við telduposti: [email protected]
Upplýsið tá altíð navn, bústað, teldupost og telefon umframt hvør er rithøvundur og/ella útgevari, tittul á riti og leinki, um ritið er hjálagt ella skal takast niður av netinum.

Ivamál
Eru ivamál, kann Landsbókasavnið altíð greiða nærri frá galdandi reglum og mannagongdum.
Hava tit spurningar um skylduavhendingina, ber eisini til at fara inn á kunningarsíðuna:
Avhending av talgildum útgávum OSS - Ofta settir spurningar

Innheysting av netinum
Landsbókasavnið innheystar annars við jøvnum millumbilum alt fo-navnaøkið á internetinum.
Hetta merkir tó ikki, at útgevarar sleppa undan at boða frá og senda Landsbókasavninum talgild bókmentalig verk, so sum greinir, rit o.tl.
Eisini eiga útgevarar at boða Landsbókasavninum frá um útgávur, sum koma út á heimasíðum, sum ikki eru á fo-navnaøkinum.

Ritgerðir
Á Landsbókasavninum taka vit fegin ímóti serritgerðum á kandidat- ella masterstøði umframt doktararitgerðum, sum eru skrivaðar av føroyingum ella eru um føroysk viðurskifti.
Tað ber til at senda okkum ritgerðina við at fara inn á leinkið: Send okkum tína ritgerð.

 
SAMBAND
Sofía Olsen
340 524
[email protected]
Upplatingartíðir