logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
 
Eg havi skrivað eina (umfatandi) hugleiðing á Facebook

Høvuðsreglan er , at tað skulu avhendast eintøk av øllum verkum, sum eru útgivin í Føroyum.

Landsbókasavnið tekur støðu til, um tað metir at ein útgáva kemur undir hugtakið verk, sum er at skilja ein avmarkað mongd av upplýsingum, sum er at meta sum ein liðug og sjálvstøðug eind.

Ein viðmerking á Facebook er neyvan eitt verk og kemur sostatt ikki undir reglurnar um skylduavhending.

Undantøk kunnu vera, t.d. um ein viðmerking ella táttur eru so umfatandi, at hetta kemur undir hugtakið verk. Støða má takast til hetta í hvørjum einstøkum føri.

Treytin fyri innheinting er, at vit fáa fráboðan, og at tilfarið er merkt alment atkomuligt.