logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
 

Eg eri í iva.

Hvat skal so latast inn?

Innheinting av skyldueintøkum fer fram sambært Kunngerð nr. 4 frá 20. januar 2012 um avhending av skyldueintøkum til

Landsbókasavnið í Søvnum Landsins. Har eru eisini dømi um útgávur, sum koma undir reglurnar um skylduavhending antin talan er um prentað ella talgilt tilfar ella útgávur á netinum.

Har verður m.a. nevnt hetta: avísir, árbøkur, bløð, bóklingar, bøkur, faldarar, ferðaætlanir, flogseðlar, framleiðslulýsingar, framskorin kort, frágreiðingar, kort, leikskráir, lýsingar, myndir, nótar, plakatir, postkort, príslistar, roknskapir, skráir, sølutilfar, tíðarrit o.s.fr.

Í kunngerðini ber eisini til at lesa um tilfar, sum ikki kemur undir avhendingarskyldu.