logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Avhending av skyldueintøkum til Landsbókasavnið
 
Ein av høvuðsuppávunum hjá Landsbókasavninum er at savna inn, skráseta og varðveita alla føroyska útgávu av bókmentatilfari, tvs. allar føroyskar bókmentir, og alt sum er skrivað av bókmentum um Føroyar og av føroyingum.

Til tess at trygga innsavningararbeiðið, eru ásetingar í bókasavnslógini um avhending av skyldueintøkum.

Avhendingarskyldan
Sambært hesum ásetingum, § 24 í bókasavnslógini, skulu avhendast 4 ókeypis eintøk til Landsbókasavnið av øllum verkum, útgivnum í Føroyum. Skyldan er galdandi uttan mun til í ella á hvørjum miðli verkið fyriliggur.

Tað vil siga, at allar bøkur, fløgur, filmar, ársfrágreiðingar, lýsingarbløð, faldarar, plakatir, postkort og mangt annað útkomið í Føroyum skal latast Landsbókasavninum, eisini talgilt tilfar og alt tað, sum kemur út á internetinum.

Avhendingarskyldan áliggur tí, sum framleiðir liðug eintøk til útgávu.

Útgávur, sum koma út uttanlands
Ivamál er ofta um útgávur, ið koma út og verða framleiddar uttanfyri Føroyar. Spurningurin er, nær slíkar útgávur koma undir avhendingarskylduna?

Í bókasavnslógini § 24, stk. 6 stendur um hetta: Útgáva her á landi fevnir um, tá ið eintøk av verki eru framleidd í Føroyum, og tá ið tey eru framleidd uttanlands við útgávu í Føroyum fyri eyga.

Vit brúka hesa seinnu ásetingina um útgávur, framleiddar uttanlands við útgávu í Føroyum fyri eyga, soleiðis, at útgávur í hesum týdningi umfata útgávur, sum fyrst og fremst eru givnar út til ein føroyskan lesaraskara. Hetta merkir m.a., at rithøvundurin hevur tilknýti til Føroyar, at útgávumálið er føroyskt, at forlagið, sum gevur út, er føroyskt, og at útgávan t.d. eisini hevur føroyskt ISBN ella aðra líknandi føroyska merking.

Eru ivamál, kann Landsbókasavnið greiða nærri frá galdandi reglum og mannagongdum.

Hvør skal lata inn tilfar?

PRENTAÐ TILFAR
Tilfar sum er prentað í Føroyum
Verður tilfarið prentað ella prenttilgjørt á eini føroyskari prentsmiðju, er tað prentsmiðjan, ið hevur skyldu at lata tilfarið.

Tilfar sum er prentað uttanlands
Í hesum føri er tað antin forlagið, útgevari, umboð fyri útgávuna ella rithøvundurin sjálvur – í nevndu røð - sum skulu lata tilfarið.

TILFAR Á ØÐRUM MIÐLUM
Tónleika, fløgu og filmsútgávur
Her verður farið fram, sum lýst omanfyri, tvs. at avhendingarskyldan liggur fyrst hjá teimum, sum framleiða tilfarið til útgávu.

Um ivi er ella tilfarið verður gjørt útgávuklárt uttanlands, er tað forlagið, plátufelagið, filmfelagið, umboðsfólk ella listafólkið sjálvt, sum skulu lata tilfari inn – í nevndu røð.

Talgilt tilfar og tilfar, ið kemur út á netinum
Tey sum framleiða talgildar útgávur ella leggja talgildar útgávur út á netið hava somu skyldu som omanfyri nevnt at senda Landsbókasavninum hetta.

Serligar ásetingar um útgávur á netinum
Sambært kunngerð um avhending av skyldueintøkum frá 2012 § 3, stk. 4 hava útgevarar, feløg, virki, stovnar og einstaklingar skyldu til at fráboða Landsbókasavninum hesar útgávur so hvørt, sum tær verða almannakunngjørdar. Landsbókasavnið ger av, hvussu avhendingin í slíkum førum fer fram.

Hvussu skal tilfarið latast inn?

Prentað tilfar
Prentað tilfar verður sent ella handað Landsbókasavninum, tá tað er útkomið. Framleiðarar av størri nøgdum av tilfari, prentsmiðjur lýsingarfyritøkur o.o., skulu lata tilfar inn minst 4 ferðir árliga ella eftir avtalu.

Tónleika- og filmsútgávur
Útgávurnar verða latnar Landsbókasavninum so hvørt, sum tær koma út.
Landsbókasavnið ger avtalur við størri útgevarar um nær og hvussu útgávurnar skulu latast.

Útgávur á netinum
Víst verður til nærri lýsing av hesum á síðuni: Avhending av talgildum útgávum

Hvat er endamálið við at savna alt hetta tilfarið inn?
Skylduavhendingin er partur av støðinum undir okkara felags tjóðminnum. Avhendingin skal tryggja, at vitanin um føroyska mentan, søgu og føroyskt samfelagslív verður varðveitt til gagns fyri gransking og almenningin yvirhøvur.

Skylduavhendingin skal eisini tryggja støðið undir tjóðbókaskránni, so at henda verður so fullfiggjað sum gjørligt.

Tað kann vera torført at spáa um framtíðina, og kanska fer ikki alt, sum vit savna inn við avhendingarskylduni at verða brúkt so nógv. Hinvegin vísa royndir, at útgávur, sum at síggja til ongan týdning hava, t.d. lýsingabløð, lønartalvur, príslistar, films- ella tónleikabrotbrot, faldarar, bloggar, heimasíður o.tl., seinni kunnu vísa seg at hava stórt virði t.d. sum keldutilfar og í miðlingini um okkara farnu tíð.

Skylduavhendingin er skipað í Eru ivamál eru tit altíð vælkomin at seta tykkum í samband við okkum antin við at skriva, senda teldupost, ringja ella við at koma inn á bókasavnið. 
 
SAMBAND
Sofía Olsen
bókavørður
340 524
[email protected]

Tónleikaútgávur
Unn Paturson
bókavørður
340 518
[email protected]