logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Bókasavnsskipanin

Landsbókasavnið og flestu fólka- og skúlabókasøvnini í landinum er felags um at brúka bókasavnsskipanina Aleph. Skipanin fevnir um skráseting, leiting og útlán.
Býarbókasavnið hevur tó sína egnu bókasavnsskipan.

Fyri at tað skal bera til at leita og læna út bókasavnstilfar, skal tað fyrst verða skrásett í bókasavnsskipanini. Til hvørja skráseting ber til at knýta eitt ella fleiri eintøk, sum m.a. verðua eyðmerkt við grindli, bókasavni ella deild, sum eigur eintakið, og um eintakið er til tøkt til útláns.

Landsbókasavnið er í 2013 farið undir at skráseta talgildar útgávur og útgávur á netinum í Aleph við serskipanini ADAM.

Í leitskipanini á netinum ber til at leita eftir og bíleggja tilfar, sum er funnið í skipanini.
Sambært áseting í bókasavnslógini stendur tað øllum íbúgvum landsins í boði frítt og ókeypis at nýta øll fólkabókasøvn í landinum. Tá er Landsbókasavnið eisini íroknað.

Landsbókasavnið umsitur Aleph og veitir tænastur í tí sambandi.

Fráboðan um ólag í skipanini skal sendast til: http://flb.tasks.fo/tasks.php. Upplýsið tá m.a. hvat ólag talan er um (heiti og frágreiðing), hvør fráboðar (umbiðjari og deild) og teldupost og telefon hjá viðkomandi.

Brúkaravegleiðingar
SAMBAND
Erling Kjærbo
bókavørður
790 538
[email protected]