logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Bókastovan

Bókastovan røkir hesar uppgávur:

Keyp av bókum og øðrum tilfari
Við serligum atliti at føroyskum viðurskiftum skal Bókastovan samskipa keypið av bókum og øðrum tilfari til fólka- og skúlabókasøvnini og, um tørvur er á tí, eisini til onnur bókasøvn.

Fyripurningar kunnu sendast til Hallgerð Færø, [email protected], tlf. 340523.

Klárgerð av bókasavnstilfari
Fyrireikan, styrkjan, innbinding og klárgerð av bókum til bókasøvnini. Bókastovan átekur sær eisini innbinding og uppgávur í sambandi við varðveitslu av bókasavnstilfari á Føroya Deild á Landsbókasavninum.

Á verkstaðnum er søla av plasti, lánarakortum og grindlum til bókasøvn kring landi. Sí príslista

Fyripurningar kunnu sendast til Sóleyg Kjærbæk, [email protected], tlf. 340514

Um bókastovuna
Úr Løgtingslóg nr. 79 frá 8. mai 2001 um bókasøvn, sum broytt við løgtingslóg nr. 148 frá 20. desember 2005 Kapittul VII um Bókastovuna:

§ 21. Bókastovan er deild í Landsbókasavninum, sum undir leiðslu av deildarleiðara við ábyrgd mótvegis landsbókavørðinum, skal 1) 1)við serligum atliti at føroyskum viðurskiftum samskipa keypið av bókum og øðrum tilfari til fólka- og skúlabókasøvnini og, um tørvur er á tí, eisini til onnur bókasøvn,
2) fyrireika, binda inn og greiða hetta tilfar til bókasøvnini,
3) fremja upplýsandi tiltøk um bókasavnstilfar,
4) skipa fyri skeiðsvirksemi og eftirútbúgving fyri starvsfólk í bókasøvnunum og
5) skipa fyri árliga býtinum av bókasavnsgjaldinum, sum verður játtað á løgtingsfíggjarlógini. Bókasavnsgjaldið verður at býta til føroyskar rithøvundar og týðarar, hvørs bøkur/týðingar eru til taks í nevndu bókasøvnum, og til myndlistafólk, tá myndir eru í minsta lagi 40% av bókini. Eftirlivandi hjúnafelagi varðveitir rættin til bókasavnsgjald.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin í mentamálum ásetir reglur um býtið av bókasavnsgjaldinum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin í mentamálum ásetir nærri reglur um samstarv millum Landsbókasavnið og onnur søvn á mentanarøkinum, tá ið tað snýr seg um eitt nú innbinding, konservering og umvæling av tilfari.
§ 22 Bókastovuni áliggur at útvega ljóðbøkur o.a. tilfar til teirra, sum av eini ella aðrari orsøk ikki fáa lisið ella á annan hátt fáa ognað sær vanligan prentaðan tekst.
Stk. 2. Somuleiðis áliggur Bókastovuni at skipa fyri, at tilfar av nevnda slagi verður atgeingiligt hjá brúkarunum á bókasøvnum landsins. Hetta tilfarið verður lænt út eftir somu ásetingum, sum nevndar eru í § 11, stk. 3.
BÓKAKEYP:
Hallgerð Færø
340 523
[email protected]

KLÁRGERÐ:
Sóleyg Kjærbæk
340514
[email protected]