logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta

news

Tjóðsavn Føroya - Forkunnugt altjóða granskingarsamstarv.
 
Krambatangi
Yvirlitsmynd sæð sunnan


08-09-2017

Í 2015 varð stór granskingarverkætlan, "Millum Norðsjógvin og Norska Havið", sett í verk, og var Tjóðsavn Føroya partur av verkætlanini frá byrjan. Nú er granskingarhópurin komin til Føroya og farin til verka á Krambatanga.

Í 15. øld byrjaðu norðurtýskir handilsmenn at víðka handilssambond teirra við útnorðurøkið – við Hetland, Føroyar og Ísland. Næstu tveyhundrað árini gjørdist felagsskapurin týdningarmesta handilssambandið fyri hesi oyggjasamfeløg. Umvegis hesi handilssambond og stóra umskiftið av góðsi og hugsanum, ávirkaðu handilsmenn, serliga úr Bremen og Hamburg, búskap og mentan í hesum samfeløgum.

Í nevndu verkætlan hevur serligur dentur verið lagdur á at kanna spurningar sum, hvussu handilin í útnorði fór fram og hvussu hann varð skipaður. Hvussu var sambandið millum handilsfólk og sjófólk? Hvørji skipasløg vórðu nýtt, og hvussu mentust tey? Hvørji árin hevði hetta langa handilssamband á báðar partar?

Eitt toymi av fornfrøðingum, søgufrøðingum og forndjórabeinafrøðingum undir leiðslu av Nataschu Mehler, doktara í søguligari fornfrøði, hevur seinnu árini kannað nógvu fasettirnar av hesum sambondum, bæði grundað á skrivað heimildartilfar á viðkomandi skjalasøvnum og fornfrøðiligar leivdir á landi og sjógvi.

Her á landi hevur evnið verið granskað sera lítið, og fevnir tað um eitt tíðarskeið, vit sum heild vita lítið um. Umframt at tað er skilligt, at týskarar gjørdu vart við seg her í oyggjunum - eitt nú á bispasætinum í Kirkjubø frá 1400-árunum – eru staðanøvn, ið benda á hetta samskiftið.

Eitt av fáu støðunum, ið verður sett í samband við týskarar og/ella hálendingar í 16. øld, er Krambatangi í Øravíkarlíð.

Vit kenna ikki til nakra fasta búseting á staðnum, men týðiligar toftir eftir bygningum eru har at síggja. Staðarnavnið Krambatangi og søgur um at útlendskir keypmenn hava hildið til har, benda á, at handilsvirksemi hevur verið á staðnum. Í samband við grevstrararbeiði í 1952, komu ymiskar leivdir undan kavi, og boð vórðu send eftir Fornminnissavninum. Kanningarnar tá avdúkaðu leivdir eftir einum bygningi umframt ymiskar lutir, ið vóru frá tíðini um 1600. Longu í 1913 varð har um leiðir funnin ein Kristusmynd frá 1600-árunum, ið kann hava samband við virksemið har á staðnum.

Síðani hevur tó einki verið at frætt um hesar fundir. Í sambandi við nevndu verkætlan er tilfarið nú tikið fram aftur og endurskoðað og sett inn í eitt breiðari útnorðurhøpið.

Fyri at fáa betur greiðu á, hvat virksemið hevur verið á staðnum og nær, varð avgjørt at fara aftur á staðin at kanna hann neyvari.

Í síðstu viku gjørdi Tjóðsavnið eina neyva dronu-uppmáting av staðnum, og sunnudagin kom granskarahópurin, ið telur granskarar úr Týsklandi, Hálandi, Eysturríki og Onglandi, til Føroya, har hann saman við fornfrøðingunum á Tjóðsavni Føroya fer at arbeiða á Krambatanga komandi tvær vikurnar.

Ein av størstu fíggingargrunnunum í Týsklandi, Leibniz Gemeinschaft, fíggjar verkætlanina. Verkætlanin hevur miðstøð á týska sjóvinnusavninum í Bremerhaven, Deutsches Schiffahrtsmuseum, og verður hon framd í samstarvi við Tjóðsavn Føroya, Shetland Museum & Archives og Þjóðminjasafn Íslands.

Meira fæst at vita um verkætlanina á leinkjuni:

https://fishandships.dsm.museum


Símun V. Arge og Helgi D. Michelsen





Yvirlitsmynd sæð eystanYvirlitsmynd sæð eystan

 

Dronumynd av Krambatanga sæð norðanDronumynd av Krambatanga sæð norðan

 

Arbeiðsmynd sæð vestanArbeiðsmynd sæð vestan