logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
news
Ferðingin hjá føroyska kjógvanum kortløgd

21-07-2017

kjógv

Til mánan og aftur

Í fjør vóru sonevndir ljósloggarar festir á 30 kjógvar í einum bøli í Fugloy. Í summar eydnaðist, at fanga 20 av hesum somu fuglunum aftur. Endamálið við hesum var, at fáa innlit í hvar kjógvin ferðast, tá ið hann ikki er í Føroyum. Hetta hepnaðist sera væl og fyribilsúrslitini vísa, at kjógvarnir hava í vetur verið út fyri afrikansku strondina, nakrir heilt sunnarlaga. Eisini vísti tað seg, at onkrir av kjógvunum hava verið út fyri syðra partin av suðuramerikonsku strondini.

kjogvi1
Á hesum leiðum, er føroyski kjógvin um veturin.

Henda árliga ferðin úr Føroyum til vetrarvistina í suður atlantarhavi er ikki hissini teinuri hjá einum fugli, sum vigar á leið tað sama sum ein hálvur mjólkapakki. Tað gerst ikki minni merkisverdugt, at hugsa sær, at ein ein kjógvi, sum kann blíva meira enn 25 ára gamal, í gjøgnum lívið flýgur ein tein, sum svarar til eina ferð frá jørðini til mánan og aftur.



Nýggj vitan við slóðbrótandi tøkni

Tøknin ið verður nýtt til at granska fugl og onnur djór, ið ferðast langa leið, hevur ment seg sera nógv seinastu 20 árini. Eitt av frambrotunum eru teir ljósloggarar (eisini nevndir geolocatorar ella GLS-arar), sum verða nýttir til hesa og líknandi verkætlanir. Hetta er harðfør elektronisk útgerð, ið er somikið lítil og løtt, at hon kann festast um beini hjá kjógva, uttan at verða til stórvegis ampa fyri fuglin.


kjogvi2
Kjógvabein við ljósloggara og litringi.
 
Longu áðrenn hesa kanningina við ljósloggarum høvdu granskarar varhugan av, at kjógvin er ein av okkara fremstu flytifuglum. Nakrar fráboðanir, um kjógvar ringmerktar í Føroyum hava verið heilt frá Suðurafrika og ein forvitnislig fráboðan kom í 2012 úr Uruguay. Henda vitan, sum vit higartil hava havt um ferðingina hja føroyska kjógvanum er, í høvuðsheitum, komin frá ringmerkingum. Tó, tílíkar fráboðanir eru oftast av deyðum fugli, so vitanin ið fæst í tí sambandi er ofta avmarkað.

kjogvi3
Síða úr Flytifuglaatlassinum, ið var grunda á fuglar ringmerktar í Føroyum.
Les meira her: 
http://www.birdmigrationatlas.dk/arter/almindelig-kjove



Kjógvar í Kirkjuhaga

Í Kirkjuhaga í Fugloy er eitt hampuligt kjógvabøli. Í juni 2016 vórðu 30 kjógvar fangaðir á reiðrinum, við einari fjarstýrdari snaru og ljósloggarar festir á teir.


Kjógvin kemur trúliga aftur til sama reiðurstað. Tískil var tað gjørligt hjá granskarunum at fara út aftur til Fugloyar í ár, og finna teir flestu fuglarnar nágreinliga á sama øki sum teir vóru í undanfarna ár.  Tað eydnaðist teimum, at fanga 20 av teimum 30 fuglunum við ljósloggara. Tað meta teir sum eina góða úrtøku.

kjogvi4
Katherine Snell setur snaru um reiður. Aftanfyri sæst ein lítli kassin við fjarstýrdu mekanismuni, sum hálar í snaruna.


Avbjóðingar fyri framman

Veðurlagsbroytingar og føðitrot ein vaksandi trupuleiki fyri kjógvan. Í Hetlandi er stovnurin minkaður 70% og tað eru ábendingar um, at stovnurin eisini er minkaður nógv í Føroyum.

Føðitrot verður mett at verða høvuðstrupulleikin hjá kjógva. Kjógvin livir í stóran mun av tí hann kann stjala frá øðrum sjófugli. Tí er lagnan hjá honum bundin at øðrum sjófuglastovnum. Tá ritu- og lomvigastovnarnir er minkaðir nógv er tað væl hugsandi, at kjógvin hevur ringt við finna sær nokk av føði.

Kjógvi reiðrast í lutfallsliga køldu norðurøkjunum. Føroyar, Hetland og Bretland hýsa teimum syðstu búplássunum hjá honum. Um tað gerst heitari um okkara leiðir, kann tað verða ov nógv fyri kjógvan. Tí verður hann mettur sum hóttur av veðurlagsbroytingum á okkara leiðum. Forsøgnir eru um, at hann fer at doyggja út í Bretlandi innan tey næstu 70 árini.

Jón Aldará, ið er lívfrøðilesandi, hevur arbeitt við kjógvanum í Fugloy fyri at lýsa hvussu hann verður ávirkaður av veðri.


Gott granskingarsamstarv

Við fíggjarligum stuðli úr Granskingargrunninum hevur Sjúrður Hammer staðið fyri virkseminum í Fugloy. Harumframt hava Leivur Janus Hansen á Náttúrugripasavninum, Katherine Snell á Statens Naturhistorisk Museum, og Jón Aldará, lesandi á Københavns Universitet, luttikið í verkætlanini. Samstarv er eisini við Rob van Bemmelen á University of Wagening í Hollandi og Børge Moe á Norsk Institutt for natur forskning (NINA).

 kjogvi5