logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
news
Bókmentatiltak við handriti eftir William Heinesen

20-02-2017

Tá mentanarvirðislønir landsins vóru handaðar fyri einum ári síðani, varð ein heilt serlig gáva latin Føroya fólki. Á hátíðarhaldinum í Norðurlandahúsinum varð nevniliga avdúkað, at Mentamálaráðið hevði keypt handritið til óútgivnu skaldsøguna Den yderste tid eftir William Heinesen, og handritið varð síðani latið Søvnum Landsins og Landsbókasavninum.

Mentamálaráðið keypti handritið frá einum føroyskum privatpersóni, Petur Juul Samuelsen, sum hevði keypt tað frá danska  auktiónshúsinum Bruun-Rasmussen í 2012. Hann helt tað vera spell at ein slíkur mentanarligur dýrgripur skuldi enda á fremmandum hondum, og tí ognaði hann sær handritið fyri 114.000 krónur.

Størsti parturin av handritunum eftir William Heinesen eru í varðveitslu á Kongaliga bókasavninum í Keypmannahavn, so Landsbókasavnið hevur ikki so nógv av upprunatilfari hansara. Tí er tað rættiliga áhugavert og virðismikið, at vit nú hava fingið hetta verkið á føroyskar hendur.

Hósdagin 23. feb. fer Landsbókasavnið at takka fyri gávuna við at bjóða til fyrilestrar, upplestur, tónleik og framsýning um lív og verk Willam Heinesens.

Tiltakið byrjar kl. 17 og er ókeypis. Øll eru vælkomin.

Skráin

  • Sámal Tróndur Johansen: Vælkomin
  • Rigmor Dam: Um hvussu handritið kom Landsbókasavninum í hendi
  • Bergur D. Hansen: Um skaldsøguna og upplestur úr henni
  • Stanley Samuelsen syngur og spælir
  • Bergur Rønne Moberg: Um skaldsøgur og skaldsøguroyndir Williams í 1920’unum og 30’unum
Landsbókasavnið bjóðar drekkamunn. Høvið verður at hyggja at framsýning um lív og verk William Heinesens.
William Heinesen