logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
news
Nógv lesa gomlu bløðini á netinum

25-02-2016
Á Landsbókasavninum eru tey fegin, tí umleið fjórði hvør føroyingur hevur vitjað føroyska Blaðsavnið á netinum, tidarrit.fo, síðan tað læt upp fyri almenninginum á móðurmálsdegnum 25. mars í fjør.

So ikki kann sigast annað, enn at fólk hava tikið væl undir við hesi tænastuni.

Nú talt er upp, vísir tað seg, at 12.773 føroyingar hava vitjað Blaðsavnið í 2015, og teir hava vitjað savnið millum tvær og tríggjar ferðir hvør. Tilsamans hava tí verið næstan 35.900 setur ella vitjanir, sum hava vart meir enn 5 minuttir. Hvør brúkari hevur í miðal hugt eftir 37 blaðsíðum.

Blaðsavnið, tidarrit.fo, er latið upp næstan tvær milliónir ferðir, og hetta eru sera høg vitjanartøl. Tá leitað hevur verið í øllum bløðunum samstundis, hava brúkarar valt hálva aðru millión síðuvísingar.

Av bløðunum, sum hava flest beinleiðis síðuvísingar frá forsíðuni, er raðfylgjan: Dimmalætting (129.056), 14. september (53.494), Dagblaðið (48.470), Sosialurin (28.422), Alt um ítrótt (10.837), Tingakrossur (10.541) og Dúgvan (10.246). Hini 34 bløðini og ritini í Blaðsavninum hava eisini verið lutfalsliga nógv brúkt.

Tað eru sum er umleið ein hálv millión síður í Blaðsavninum. Tað ber til bæði at leita og blaða í savninum, og møguleiki er eisini at gera síður til pdf og taka tær niður á egna teldu ella teldil.

Í Blaðsavninum eru flestu føroysku bløðini, frá tí at Færingetidende komu út í 1852 og øll árini upp til 1999.
Á Landsbókasavninum høvdu tey ikki væntað, at Blaðsavnið fór at fáa so góða undirtøku.

Ein grund til góðu undirtøkuna er helst, at føroyska Blaðsavnið er serligt, tí tað er ikki nógvastaðni, at tað ber til at lesa so nógv eldri blaðtilfar á netinum, sum júst í Føroyum.

Nú er hetta fyrsta árið, Blaðsavnið hevur verið atkomuligt á netinum, so kanska eru fólk eitt sindur forvitin, men vit skulu ikki gloyma, at Føroyar eru eitt lítið samfelag, har øll kenna øll, sum vit plaga at taka til, og at næstan øll onkuntíð eru nevnd í bløðunum, til dømis í sambandi við serligar hendingar ella merkisdagar.

Blaðsavnið er eisini sera hent amboð hjá teimum sum granska, skriva ella undirvísa.

Tað fer at koma uppaftur meira tilfar í Blaðsavnið. Arbeitt verður í løtuni við at gera Løgtingstíðindi og Skúlablaðið klár at leggja út. Og áhugin at talgilda enn fleiri føroyskar útgávur, til dømis tíðarrit, handrit og bøkur, og leggja hetta tilfarið á netið, er stórur. Vit eru frammarlaga á hesum øki, og tí er tað gott at vita, at hetta er eitt tiltak, sum fær so góða undirtøku.
 



Blaðsavn