logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
news
Ein æða úr Svalbard

27-10-2015
Æða mynd 2

1960 km eru ímillum Funningsfjørð og Storholmen

Jóladag í fjør lá ein deyð æða á Funningsfirði. Áslakur Johannessen kom fram á hana, tá hann var á veg, at fóðra laks. Hann legði til merkis, at hon hevði ringar um beinini, so hann tók hana til lands og ringdi til Jens-Kjeld Jensen sum, vegna Náttúrugripasavnið, hevur ringmerking um hendi. Nú er staðfest, at æðubøgan kom úr Svalbarð.

Hon var merkt við ringum tann 9. Juni 2008, meðan hon bøldi eggum á Storholmen við Spitsbergen í Svalbarð. Har var hon sædd aftur í 2011 og 2014, í gongd við at bøla.

Storholmen liggur 1960 km frá Funningsfirði, og tá hon bleiv funnin her, var hon rak og vigaði einans 1260 gram. Eingin deyðsorsøk var at síggja.

Føroyskar æður eru her alt árið og við jøvnum millumbilum síggja vit útlendskar æður. Æðan, ið Áslakur fann á Funningsfirði, er við til at svara spurninginum um hvaðani hesar útlendsku æður koma. Áður hava vit skrásett eina russiskt merkta æðu og eina merkta í Íslandi. Harumframt vita vit, at tríggjar æður úr Svalbarð eru skrásettar í Íslandi. At ein nú er komin úr Svalbarð varð tí ikki heilt óvæntað.

Føroyskar og fremmandar æður líkjast ikki heilt. Tað ber væl til at síggja, at skapið á høvdinum er ymiskt. Eisini eru tær fremmandu størri og bøgurnar eru ljósari meðan blikarnir hava gulari nev enn teir føroysku.
 



 
Æða mynd 1


Æða mynd 3
Ikki er neyðugt at hava fuglin á hondum, tá hann er merktur við litringum.