logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
news
Ljósið leikar á savnsfagnaðinum

11-10-2015
Í ár er altjóða ár fyri ljósi, og hetta verður hátíðarhildið á Savnsfagnaðinum alla heystfrítíðini. Tey stóru søvnini, Tjóðsavnið, Listasavnið og Sjósavnið bjóða børnum og øllum áhugaðum á savnsfagnað, og tiltøk vera eisini á torginum í SMS.

Heystfrítíðin merkir, at vit gleða okkum til eina viku við savnsfagnaði. ST hevur lýst 2015 at vera altjóða ár fyri ljósi. Hvat er ljós í grundini fyri nakað? Hvat síggja fiskar og smákykt? Hvussu fingu vit ljós inn í stovuna fyrr í tíðini? Hvønn týdning hevur ljósið fyri skapandi listafólk?

Øll tey stóru søvnini í Havnini bjóða til savnsfagnað um ljós. Vitjið Tjóðsavnið í Hoyvík, Listasavnið og Sjósavnið mánadag 12. oktober til fríggjadag 16. oktober frá kl. 11 til 16. Eins og síðsta ár bjóðar eisini SMS til heystfagnað við hópin av tiltøkum á torginum fyri ung og gomul.

Tjóðsavnið í Brekkutúni í Hoyvík
Hvussu fingu fólk ljós inn í stovurnar fyrr í tíðini? Hvussu virka eyguni hjá smákyktum, og hví síggja vit menniskju ikki tað sama sum tey? Tjóðsavnið bjóðar til stuttligar og læruríkar uppgávur, sum lýsa, hvussu stóran týdning ljós hevur. Hvønn dag kl 13 og 15 vera spennandi framvísingar. Nakrar dagar vitjar norska Vísindasirkus, har Magne og Ivar fáa okkum at undrast ljósið. Skrá er á www.savn.fo

Listasavnið í Gundadali
Alla heystfrítíðina kanst tú fara á listaveiðu, royna nógvar stuttligar uppgávur og uppliva listina á listasavninum. Hvønn dag klokkan 14 er serligt tiltak. Týsdagin og hósdagin fer Brandur Patursson at greiða frá síni listi og hvussu hann arbeiðir. Mánadagin, mikudagin og fríggjadagin vísir Solveig Hanusardóttir Olsen, listafrøðingur, runt á listasavninum við útgangsstøði í evninum ljós. Skrá er á www.art.fo

Sjósavnið á Argjum
Sjósavnið hevur snollað kør og hyljar upp til Savnsfagnaðin 2015. Skráin boðar frá krabbafiskarí, rokaligum vatnrakettum og hópin av uppgávum. M.a. kannst tú royna teg sum 'skølta-serfrøðing'.

Hesa vikuna vitja vit Sjósavnið fyri hálvt atgongugjald.

Heystfagnaður á torginum í SMS
Fyri aðru ferð skipar SMS fyri heystfagnaði á torginum um ljós og jørð annars alt sum hevur við heystið at gera. Vísindasirkus úr Noregi, spennandi uppgávur, fyrilestrar, upplivingar og tiltøk fyri børn. Skrá sæst á www.sms.fo


Fjølmiðlar fáa fleiri upplýsingar og samrøður um Savnsfagnaðin:

 

Savnsfagnaður


Savnsfagnaður
12 - 16. oktober
kl. 11 - 16