logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
news
Arbeiðini í Kirkjubømúrinum í 2015

23-09-2015
Kirkjubømúrurin aug2015_02

Tey, sum í summar hava vitjað í Kirkjubø, hava óivað lagt til merkis, at arbeiðspallar hava staðið uppi við útnyrðingspartin av Múrinum, og at múrarar og onnur gingu á pallunum og arbeiddu. Nú eru pallarnir burtur. Teir vóru liður í teimum konserveringsarbeiðum farið varð undir beint eftir páskir í ár, og sum endaðu 1. september. Arbeiðið var framhald av tí varðveitingarætlan fyri Múrin, sum stungin varð út í kortið í áliti, landsstýriskvinnan við mentamálum góðkendi í januar mánað 2010.

Ein annar liður í varðveitingararbeiðinum aftur í ár vóru bygningafornfrøðiligu skrásetingarnar. Hesar skrásetingar leggja dent á siðsøgulig og byggilistarlig viðurskifti, sum taka atlit at, hvussu Múrurin er bygdur, hvussu múrverkið er laðað osv. Við kanningini av múrverkinum verður skjalprógvað, hvat er eftir av upprunamúrverki og fugum, og gevur hetta okkum vitan um, hvussu byggiarbeiðini fóru fram í miðøldini.

Umfatandi varðveitingararbeiðini verða løgd soleiðis til rættis, at veðurverja og arbeiðspallar verða tikin niður har konserveringsarbeiðini eru liðug. Hareftir fer hesin partur av múrinum at standa berur aftur, væl og virðiliga konserveraður, umframt at flag er lagt á múrkrúnuna.

Arbeiðið í ár hevur fevnt um konservering av múrverkinum um útsynningshornið og eystur til vestasta vindeygaopið á suðursíðuni. Serlig avbjóðing var vestasta stóra vindeygaopið. Har var múrverkið rættiliga illa farið – nógvir laðingarsteinar vóru dottnir úr múrinum og tað, sum stóð eftir, var rættiliga leyst. Men hesum fekst bilbukt við.

Onnur varðveitingartiltøk
Nú, konserveringsarbeiðið upp á Múrin liggur í føstum kørmum, varð seinasta ár mett, at farast kundi undir onnur varðveitingartiltøk í ár. Áðurnevnda álit leggur nevniliga dent á, at talan er um eina heildarætlan, har atlit verða tikin til øll fornminnini á miðaldarliga bispasætinum í Kirkjubø. Tí var ætlanin, í ár at venda okkum til lendið úti á Líkhúsfløtti. Har stendur ein lítil kirkjutoft, nevnd Líkhús. Talan er helst um ta kirkjuna, ið umrødd er í brævi frá 1420, og sum tá er í gerð. Kirkjutoftin stendur inni á kirkjugarði, og enn síggjast leivdirnar av garðinum, ið umgyrdi kirkjugarðin.

Hóast nógv ikki hevur verið gjørt burtur úr hesi toft, er hon uttan iva tað mest hótta fornminni í Kirkjubø, og hevur sum so mestan tørv á umsorgan og vernd. Toftin stendur ytst við sjóvarmálan, har veður og vindur og serliga havið í øldir hava máað av toftini. Í dag standa bert niðastu umførini av 16 metra langa norðurvegginum eins og partar av landnyrðingshorninum eftir. Í 1940 gjørdi Jóannes bóndi eina roynd at tryggja toftina við at gera verjugarð undir henni – ein loysn, ið helt fram til uppgangin veturin 2008, tá neyðugt var hjá fornminnissavninum at gera ábøtur á garðin.

Í fjør varð í samstarvi við fyritøkuna Nordisk Konservering gjørd ein varðveitingarætlan fyri toftina og lendið kring um hana. Sambært hesi ætlan verður talan um somu tilgongd eins og við Múrinum – reinsing, tildekking, uppturking og konservering av múrverkinum. Eisini verður neyðugt at rudda á kirkjugarðsøkium og at skipa tað soleiðis, at toftin og lendið verða meiri sjónlig hjá tí vitjandi. Hesi arbeiði eru mett at vara 3-4 ár. Men vegna vantandi játtan vóru ikki umstøður at seta hesi átrokandi arbeiði í verk í ár.

Drona nýtt í fornminnaskrásetingini
Tó, umráðandi er at fáa skjalprógvað og lýst støðuna, kirkjutoftin er í dag, áðrenn hon fer at verða fjald av einari veðurverju. Farið varð tí undir fyrstu skrásetingina av kirkjutoftini hósdagin hin 4. juni, og var dagurin heilt serligur. Tá var á fyrsta sinni ein drona - ella eitt ómannað flogfar - tikin í nýtslu sum skrásetingaramboð á Søvnum Landsins. Helgi D. Michelsen, savnvørður á Fornminnissavninum hevur staðið fyri at fáa til vega og menna hesa tøkni á stovninum. Royndin við dronuni eydnaðist stak væl, og síðani tá er dronan vorðin fastur partur av skrásetingarvirkseminum á Søvnum Landsins.

Fyrsta stigið til ítøkiligu varðveitingina av lítlu kirkjutoftini Líkhús eins og av mentanarumhvørvinum á Líkhúsfløtti er nú tikið, og verður alneyðugt at hetta arbeiðið heldur á fram, skal forvitnisliga kirkjutoftin bjargast.

Eins og undanfarin ár er dagliga múraraarbeiðið upp á Múrin gjørt av múraravirkinum Sp/f Krossteig við Birgiri Krossteig úr Havn. Bygningafornfrøðiliga skrásetingin er framd av Jónhild Johannessen, arkitekti, og serkønu konserveringsleiðbeiningina veitti Hans Frederiksen, konservator, frá fyritøkuni Nordisk Konservering í Keypmannahavn. Í ár veitti eisini Susanne Trudsø, steinkonservator á Nationalmuseet, Keypmannahavn, okkum ráðgeving. Símun V. Arge, fornfrøðiligur ráðgevi og granskari á Søvnum Landsins, skipar og stendur fyri varðveitingarverkætlanini í Kirkjubø.

Símun V. Arge 
 


 
 Kirkjubømúrurin aug2015_01