logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Dorete Bloch
Dorete Bloch farin

02.03.2015
Dorete, ein av okkara fremstu náttúrugranskarum, er farin.

Dorete varð fødd 14. Juni í 1943 í Danmark. Í 1974 flutti hon til Føroya tá hon fekk starv sum lektari á Fróðskaparsetrinum. Í 1985 bleiv hon sett sum deildarleiðari á djóradeildini á Náttúrugripasavninum, og frá 1996 til 2009 var hon eisini stjóri á Náttúrugripasavninum. Hon gjørdist professari á Fróðskaparsetrinum í 2001 og helt fram at undirvísa har til 2013.

Dorete var útbúgvin Cand. Scient. í lívfrøði við Århus Universitet og gjørdist doktari við Lunds Universiteti í 1994 við grindahvali sum sergrein.

Dorete hevur gjørt eitt megnararbeiði innan stórar partar av lívfrøðini í Føroyum. Hon hevur tikist við alt frá skordýrum, fuglum, harum, plantum og ikki minst hvali. Hon hevur staðið fyri fleiri størri verkætlanum um grindahval, m.a. var hon í 1986-1988 leiðari fyri altjóða granskingarverkætlanina um grindahval; umframt at hon eisini hevur sitið í vísindanevndini hjá NAMMCO.

Dorete var eisini sera virkin í miðlanini av djóralívinum í Føroyum. Hon fekk M.A. Jacobsens virðislønina fyri bókina Villini súgdjór í útnorði, og í 2012 fekk hon miðlavirðisløn frá Granskingarráðnum fyri framúr góða almenna miðling.

Dorete andaðist leygardagin 28. Februar, 71 ára gomul.

Friður veri við minninum um Dorete Bloch.