logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
 
news
Ein metgomul bládúgva

bládúgva 2

13.02.2015                                                    Bládúgvur, mynd: Jens-Kjeld Jensen  

Annan desembur bleiv ein bládúgva dripin av eini kettu í Sumba. Henda dúgvan vísti seg at vera ringmerkt tann 14. oktobur í 2006, eisini í Sumba, og hon var minst eitt ára gomul, tá hon bleiv merkt. Hon bar ringin í 8 ár, 1 mánað og 19 dagar. Hetta er ein mánað longri, enn nøkur onnur bládúgva er skrásett at vera merkt í Evropa.

Higartil hava 294 bládúgvur fingið ring settan á beinið í Føroyum. Tað vísir seg, at um ein merkt bládúgva verður funnin aftur, so er tað sum oftast heilt nær við har hon bleiv merkt.

Dúgvur kunnu sum heild blíva hampuliga gamlar. Ein ringmerkt mánadúgva bleiv fangað av einum ringmerkjara í Bretlandi og slept leys aftur.

Tað vísti seg at vera 17 ár og 8 mánaðir síðan hon fekk ringin um beinið. Ein turkadúgva bleiv funnin deyð við ringi um beinið, og hon var somuleiðis 17 ár og 8 mánaðir. Hetta var eisini í Bretlandi. Tí er tað helst væntandi, at fyrr ella seinni verður ein bládúgva funnin, ið er eldri enn henda í Sumba.

 


 




        fffffffffffffffffffffffffffffffffffffffffffff