logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
news
Framsýning um norðurlendsk bókabind

07.01.2015

Hósdagin 15. januar kl 17.00 letur framsýningin "Norðurlendsk bókabind 2013" upp í Norðurlandshúsinum.

Tá fara Sif Gunnarsdóttir, stjóri í Norðurlandahúsinum, og Erhard Jacobsen, leiðari á Landsbókasavninum og landsbókavørður, at bjóða vælkomin, og Petur Martin Petersen, bókasavnari, hugleiðir.

Høvi verður at fáa sær ein lættan bita.

Øll eru vælkomin.

Norðurlendsk bókabinding 2013 er ein framsýning av handinnbundnum bókum úr norðanlondunum Danmark, Finnlandi, Føroyum, Íslandi, Noregi og Svøríki
Á framsýningini verða 80 nýinnbundnar bøkur sýndar fram. Tað hevur staðið teimum, sum hava bundið inn, frítt sjálvi at velja innbindingarslag og -snið, og tí er her høvi at síggja nútímans og framkomna bókainnbinding í øllum sínum fagurleika og fjølbroytni.

Tann eini føroyski luttakarin, Sóleyg Kjærbæk úr Porkeri, bókbindari á Landsbókasavninum, hevur bundið inn skaldsøguna Bábelstornið eftir Regin í Líð, fyrsta føroyska skaldsøgan, sum kom út 1909, til hesa framsýningina.

Handinnbundnar bøkur eru sjáldsamar nú á døgum. At binda inn bøkur hevur verið eitt handverk, sum onkuntíð eisini er list ella listhandverk. Og sum við øllum handverkum mátti tú læra handverkið, skuldi tú av røttum kalla teg bókbindara. Útbúgvingin til handbókbindara er tó við at hvørva, men tíbetur eru enn nøkur, sum duga hetta handverkið, og tað er henda framsýningin í Norðurlandahúsinum gott dømi um.
Norðurlendska bókbindarayrkið ella nøkur av teimum, sum starvast í hesum yrki, hava síðan 1956 skipað fyri kapping at binda inn bøkur. Eftir 2001 hava tey ikki kosið vinnarar, men millum innkomnu bøkurnar eru nakrar valdar út, sum eitt sindur meira verður gjørt burturúr.

Framsýningin Norðurlendsk Bókabind 2013 hevur verið sett upp í Helsinki, Oslo, Gøteborg, Reykjavík og nú í Tórshavn. Hon verður standandi uppi til hálvan februar.
Kongliga Bókasavnið í Keypmannahavn og Foreningen Danske Design Bogbindere skipa fyri Norðurlendsk Bókabind 2013.

Landsbókasavnið og Norðurlandahúsið eru fegin um at kunna bjóða teimum, sum hava áhuga fyri bókum og bókainnbinding, til eina forkunnuga uppliving.

Úr Føroyum hava hesi stuðlað framsýningini Norðurlendsk Bókabind 2013: Landsbókasavnið, Norðurlandahúsið, Bókadeild Føroya Lærarafelags, Føroyaprent, Mentunnargrunnur Landsins, Starvsmannafelagið og Tórshavnar Kommuna.

 


Bókabind - Sóleyg Kjærbæk 

Bókabind - Erik Haagensen 

Bókabind - Kerstin Axelsson
 

Bókabind - Mogens Dichow Lund
 

Bókabind - Ragnar Einarsson 

Bókabind - Terhi Hursti