logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
news
Fyristøðufólk sett í Koltri

12.12.2014
Søvn Landsins hava sett Bjørn Patursson í starv sum fyristøðufólk í Koltri. Sum liður í, at farið verður undir at skipa eina antikvariska serskipan fyri Koltur, kemur Bjørn Patursson hava umsjón við ognum landsins í Koltri, taka ímóti vitjandi og miðla mentanararvin og náttúruarvin, samskipa virksemini í oynni, varða av savnsuppgávum har og luttaka í tí museala virkseminum hjá Søvnum Landsins. 15 umsóknir vóru til starvið.

Í mai 2013 tók Løgmaður avgerð um, at Koltur ikki longur skuldi hoyra til landbúnaðarmál, men gerast mentamál, og at ein antikvarisk serskipan skuldi gerast fyri oynna. Serskipanin er lýst í Koltursætlanini, sum er ein endurskoðan av sonevndu Koltursvisiónini frá 1999. Endamálið við Koltursætlanini er at skipa karmar fyri, at mentanar- og náttúrusøguligu virðini í Koltri kunnu verða varðveitt. Fyristøðufólkið í Koltri verður partur av starvsliðinum hjá Søvnum Landsins.

Bjørn Patursson er 57 ára gamal. Hann hevur drúgvar starvsroyndir, millum annað sum festari í Koltri, fíggjar- og starvsfólkaleiðari á MBM og stjóri á Búnaðarstovuni.

“Eg eri fegin um, at vit nú kunnu seta gongd á arbeiðið við antikvarisku serskipanini fyri Koltur. Mentanar- og náttúrusøguliga sæð er oyggin sera áhugaverd, og við eini antikvariskari serskipan fáa vit arbeitt við at skapa røttu karmarnar fyri varðveitingini av mentanar- og náttúrusøguligu virðunum”, sigur Andras Mortensen, stjóri á Søvnum Landsins.

Bjørn Patursson byrjar í starvinum 1. apríl 2015.


 

Bjørn Patursson




Tak niður Koltursætlanina