logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
news
Amboðini hjá bedingsmeistaranum Jógvan Hansen í Skálum komin á Fornminnissavnið

26-08-2014

Jógvan Julius Hansen (1888-1981), vanliga nevndur Jógvan í Skálum, stovnaði saman við Kjartani Mohr o.ø. Tórshavnar Skipasmiðju. Jógvan stóð í læru á Orlogsværftet í Keypmannahavn fyrst í 20. øld. Sum útlærdur arbeiddi Jógvan á skipasmiðjuni í Vestmanna í fleiri ár, har hann m.a. smíðaði motorbátar, og seinni arbeiddi hann uppá sluppir. Á bedingini í Vestmanna smíðaði hann millum annað postbátin “Ólav” í 1930. “Ólavur” sigldi um Vestmannasund. Í árunum 1917-34 smíðaði Jógvan o.a. tilsamans 67 bátar og deksfør í Vestmanna saman við monnum sínum. Fyrst í 1930’unum fór hann aftur til Danmarkar í læru, hesa ferð á Helsingør Skibsværft, har hann lærdi seg stálskipasmíð.

Í 1936 fekk Kjartan Mohr lokkað Jógvan Hansen til Havnar, og tann 17. august sama ár vóru Jógvan, Kjartan, Jógvan Zachariasen, Zach. Hansen og Hans J. Joensen til stovnandi aðalfund í Havnar Klubba. Jógvan gjørdist fyrsti meistari á skipasmiðjuni. Hann var kendur um allar Føroyar sum Bedingsmeistarin.

Jógvan Hansen teknaði, keypti tilfar og stóð fyri at byggja ”Vón”, fyrsta skipið á Tórshavnar Skipasmiðju. ”Vón” fór av bakkastokki í 1940.”Vón” sakk í Norðhavinum í 1962, tá eldur kom í skipið. Ein av kendastu skonnartum í Føroyum er ”Norðlýsið”, og hana bygdi Jógvan eisini. Hon var næsta skipið, sum bleiv bygt á skipasmiðjuni sum slupp, og var upprunaliga bygt til útróður. ”Norðlýsið” fór á sjógv fyrstu á vári 1945, og í 1984 umbygt til seglskip. Onnur skip, sum Jógvan stóð fyri at byggja, vóru “Norðberg” (1946), “Kúrberg” (1950) og “Búgvan” (1957).

Nú er tað soleiðis, at tá Jógvan Hansen fór frá við eftirløn sum 80 ára gamal, deildi hann síni mongu amboð út til skyldfólkini. Abbabeiggjasonurin, Petur Kári Joensen, fekk nógv av hesum amboðum, og hevur nú latið tey til Fornminnissavnið í varðveitslu og til ognar.
Jógvan fór ótrúliga væl við sínum amboðum. Sum fleiri aðrir tá, so gjørdi hann sjálvur nógv av sínum amboðum. Hann átti m.a. eitt stórt úrval av høvlum, sum hann allar sjálvur hevði gjørt. Sum dømi um, hvussu væl hann er farin við amboðum sínum, hevur hann lakerað borarnar, so teir ikki skulu slítast so illa. Hesi amboð kunnu geva gott innlit til, hvussu handverk hevur verið tá, og gevur eisini eina ábending um hættirnar, teir hava smíðað eftir.

Jógvan bygdi og umvældi ikki bara skip, men hann smíðaði eisini opnar bátar. Í 1927 smíðaði hann ”Vestmenning”, tann fyrsta føroyska kappróðrarbátin. Fyrstu ólavsøku ”Vestmenningur” var við til, vunnu teir róðurin fyri 10-mannafør. Báturin var serstakliga lættur at rógva, so teir hava havt ein stóran fyrimun, ið brúktu vanligar útróðrarbátar. Seinni gjørdi Jógvan eisini ein kappróðrarbát til genturóður; hesin varð kallaður ”Havfrúgvin”.

Aftur til amboðini hjá Jógvani. Tað er eitt størri úrval av handamboðum, og tey skulu skrásetast í næstum, og møguliga skal okkurt amboð eisini handfarast sum serligar gripir, ið krevja køna viðgerð av konservatori. Amboð, brúkt til skipasmíð, hevur avgjørt áhuga hjá Fornminnissavninum. Tey eru liður í innsavningini av útgerð við tilknýti til sjó- og fiskivinnuna. Harvið fæst eisini vitan um hetta serstaka handverk. Fornminnissavnið roynir at savna saman myndir og lutir frá ymsum yrkjum frá maritimum vinnum, og amboðini hjá Bedingsmeistaranum koma væl við.

Arnbjørn Mortensen
 

Jógvan í Skálum bedingsmeistari

Amboð hjá Jógvani í Skálum bedingsmeistaranum