logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
news

Hósdagin 20. februar kl. 19.30 

Lívfrøðingafelagið skipar fyri  fyrilestrakvøldi við
Ásu Johannesen á Tjóðsavninum.

 


roksgelsi.jpg

 
Tiltakið verður tann 20. feb. kl.19.30
á Tjósavninum Brekkutún 6, Hoyvík



Rognkelsi sum reinsifiskur.

Í 2013 gjørdu vit eina roynd fyri at vita, um rognkelsi kunnu brúkast sum reinsifiskar. Royndin varð útførd í trimum kørum, har laksurin var smittaður við lús og síðani kannaður einaferð um vikuna fyri at vita um lýs vóru á. Kørini vóru ymisk í mun til rognkelsi, soleiðis at til bar at síggja, um rognkelsi høvdu nakra ávirkan á talið av lúsum í karinum. Harafturat vóru videoupptøkur nýttar til at eygleiða atferð hjá rognkelsi og laksi. Fyribilsniðurstøðan er, at rognkelsi kunnu brúkast til at niðurberja lús, og næsta stig verður at fara út í alibrúk at royna úrslitini har.

 

Tiltakið er alment og øll eru hjartaliga vælkomin