logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta

news
Roysningurin farin til Noregs

roysningurin til Noregs

13. februar 2014

Hin 22. januar kom roysningurin til oynna Træna (66030 N) í Norðlandsfylki í Noregi. Hann bleiv eygleiddur og avmyndaður har, og sá út til at vera væl fyri. Tá hevði hann ferðast minst 520 fjórðingar frá Jan Mayen (710 N), haðani hann fór frá 10 dagar frammanundan. Einki samband var við roysningin hetta tíðarskeiðið, meðan hann svam á opnum havi. 


Aftaná tveir dagar á Træna, fór hann til oynna Handnesøya, ið liggur nærri meginlandinum uttanfyri Nesna. Har var hann verandi til 7. februar tá sambandið við hann slitnaði. Tá høvdu vit fylgt honum í 157 dagar.

Ferðin hjá roysninginum tvørtur um Atlantshav var 2.2 fjórðingar um tíman (4 km/t) í beinari linju. Hetta er ikki tað skjótasta hann hevur svomið, og tí er hugsandi, at hann svam ein væl longri tein, áðrenn hann kom á land í Noregi. Vit hava 
mist sambandið við roysningin nú, so helst er sendarin dottin av, ella er tað tí hann aftur ferðast á opnum havi.