logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
news
Avgusturin í 3D

Avgustur 3D
04-12-2013

Avgusturin, sum varð tikin upp við Áir 26. november, varð avmyndaður 3D.

Endamálið við tí var at skjalfesta hann á pláninum, áðrenn hann varð skorin upp, til framtíðar miðlan á hvalastøðini.

Fornfrøðideildin á Fornminnissavninum hevur útvegað sær útgerð til 3D-myndir í sambandi við skráseting av økjum við fornminnum. Henda útgerð kom væl við, nú avgusturin varð tikin upp.

Tað er sokallað "Structure From Motion" tøkni, ið verður nýtt at skapa 3D myndina. Tá allar myndirnar eru lagdar inn í telduforritið PhotoScan, verður eitt punktskýggj framleitt (mynd 1). Við tríkantsrokning verður eitt net (mesh) gjørt millum punktini og at enda verður tekstururin lagdur uttaná (mynd 2).

Tilsamans verða tær mongu myndirnar til eina mynd, sum kann snarast og sumast, har hvalurin sæst 3D.

Tað er Helgi Michelsen, fornfrøðingur, sum hevur tikið myndina og sum stendur fyri menning av hesi tøkni hjá Søvnum Landsins.

3D-myndin sæst á hesum leinkjum:























 
Avgustur mynd 1 
Mynd 1 
 
Avgustur mynd 2 
Mynd 2