logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
news
Avgustur, Jeppe Møhl
28-11-2013
Varðveiting av avgustinum

Uppskurðurin av avgustinum við Áir er nú komin undir land. Nú verður farið undir sjálva varðveitingina.

Hósdagin kom Jeppe Møhl, djórakonservator, sum í mong ár hevur starvast á Zoologisk museum í Danmark, at hjálpa til við hesum og leggja lag á.

Jeppe Møhl hevur drúgvar royndir við tílíkum arbeiði. Hann hevur verið við til at skera upp einar 40 sjálvdeyðar avgustar, bæði í Danmark og Grønlandi, og staðið fyri varðveitingini av teimum.

Ætlanin er at rota beinagrindina av avgustinum við Áir, fyri seinni at nýta hana í sambandi við framsýning hjá Søvnum Landsins, helst á gomlu hvalastøðini.

Fríggjadagin verður farið í holt við ta varðveitandi viðgerðina. Beinagrindin verður seymað inn í ein trolposa og løgd á sjógv at rota. Mett verður, at móti sumri verður klárt at taka hana uppaftur. Síðani skulu beinini trýstspulast, hava varðveitandi viðgerð og turkast.

Nær beinagrindin kann sýnast fram, er ikki greitt enn.
 
Avgustur 02

Avgustur, Bjarni Mikkelsen

Avgustur, Jeppe Møhl og Høgni Arnbjarnarson