logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
news
Avgustur flensaður 2
26-11-2013
Avgusturin flensaður

Mikumorgunin 27. november kl. 9 verður byrjað at flensa avgustin á hvalastøðini við Áir.

Tað er Bjarni Mikkelsen, sum stendur fyri arbeiðnum, og arbeitt verður komandi dagarnar.

Ætlanin er at konservera alla beinagrindina at brúka til framsýning seinni.

Skúlar og onnur eru vælkomin at hyggja at, meðan arbeitt verður.

Hetta er skittligt arbeiði og luktar illa, siga teir, so mælt verður til at vera ílatin eftir tí og veðrinum annars.

Hósdagin kemur ein djórakonservator úr Danmark at leggja lag á, hvussu rotingararbeiðið skal leggjast til rættis.
 
Avgustur, kunning

Avgustur

Avgustur flensaður 1