logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
 
Kirkjubømúrurin heystið 2013 (1)

16-10-2013
Nú sæst Múrurin aftur

Varðveitingararbeiðini upp á Múrin í Kirkjubø liðug fyri í ár. Í fjør kundi av røttum sigast, at varðveitingararbeiðið upp á Múrin var komið á eitt vegamót - fyri fyrstu ferð vóru pláturnar av veðurverjuni, ið vórðu tiknar niður, áðrenn múrarbeiðið byrjaði um várið, ikki settar upp aftur. Tá arbeiðspallar o.a. varð tikið niður, stóð múrurin berur eftir, væl og virðiliga konserveraður og múrkrúnan løgd við flagi. Av tí, at avgjørt varð bert at konservera 6m av norðurmúrinum bæði innan og uttan, hevur hetta helst ikki verið so sjónligt fyri tey, ið hava vitjað í Kirkjubø. Men í heyst er støðan ein onnur!

Í ár varð ferð sett á og væl meiri orka løgd í konserveringsarbeiðini. Og sum ætlað stendur allur norðurmúrurin berur, nú konserveringsarbeiðini, sum vórðu tikin upp aftur í vár, vórðu liðug um mánaðarskiftið august-september - nú sæst munur!

Arbeiðið er framhald av tí varðveitingarætlan fyri Múrin, sum stungin varð út í kortið í áliti, landsstýriskvinnan við mentamálum góðkendi í januar mánað 2010.

Ein annar liður í varðveitingararbeiðinum í ár eru tær bygningafornfrøðiligu skrásetingarnar, ið farið varð undir í 2011, men sum neyðugt var at avmarka í mun til í fjør. Hesar skrásetingar leggja dent á siðsøgulig og byggilistarlig viðurskifti. Viðurskifti, sum taka atlit at, hvussu Múrurin er bygdur, hvussu múrverkið er laðað osv. Við kanningini av múrverkinum verður skjalprógvað, hvat ið enn er til av upprunamúrverki og fugum, og gevur hetta okkum vitan um, hvussu byggiarbeiðini fóru fram í miðøldini.

Varðveitingararbeiðið verður lagt soleiðis til rættis, at bygningafornfrøðiligu kanningarnar verða gjørdar undan og saman við sjálvari múrkonserveringini. Tá ið hesi arbeiði eru gjørd, verður fyribils veðurverjan tikin niður so hvørt, og múrverkið fer aftur at standa bert og við flagi á múrkrúnuni. 

Eins og undanfarin ár hevur dagliga múraraarbeiðið verið gjørt av múraravirkinum Sp/f Krossteig við Birgiri Krossteig úr Havn. Bygningafornfrøðiliga skrásetingin er framd av Jónhild Johannessen, arkitekti, og serkøna konserveringsleiðbeining veitir Hans Frederiksen, konservator, frá fyritøkuni Nordisk Konservering í Keypmannahavn. Símun V. Arge, leiðari á Fornminnissavninum, stendur fyri verkætlanini.