logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
 Víkingaaldarútgrevstur í Søltuvík

Víkingaaldarbúseting í Søltuvík

14.12.2010
Kolevnis-14 tíðarfestingar av sýnum tikin undir rannsóknini í Søltuvík summarið 2007 hava loksins staðfest, at kannaðu bústaðaleivdirnar eru frá 900-árunum. Rannsóknin, eins og kanningar og eygleiðingar seinnu árini hava staðfest, at staðurin er sera áhugaverdur og lovandi.

Ikki eru mong ár síðan, at fyrstu ábendingarnar komu um forna búseting í Søltuvík á vestursíðuni á Sandoynni. Hetta var áhugavert, tí Søltuvík hevur ongantíð verið búpláss, tað vit hava vitað, uttan eitt heilt stutt tíðarskeið um 1830 tá eini húski settu búgv har.

Í grein í Mondli 1978 – gamla tíðarritinum hjá Føroya Fornminnissavni – verður greitt frá, at vitjandi hetta várið, høvdu funnið eitt brot úr fitisteini undir bakkanum á staði, nevnt yviri í Húsi. Í bakkanum vóru sjónligar leivdir av bygningi, og kundi hetta bent á, at talan var um leivdir eftir fornari búseting. Seinni eru fólk av Fornminnissavninum eisini komin fram á aðrar gripir, eins og vit eru vorðin varug við aðrar fornleivdir kring um í lendinum, t.d. á slættanum beint sunnan fyri Søltuvíká og yviri í Álum. Í 1994 varð skipað fyri norðurlendskari útgrevstrarlegu fyri áhugafornfrøðingar, har tveir bygningar vórðu rannsakaðir, sum – grundað á fornfrøðiliga gripatilfarið – vórðu tíðarfestir til tað, vit vanliga nevna seina víkingaøld og/ella tíðliga miðøld – uml. 1000/1100-árini.

Í samband við altjóða verkætlanina “Heart of the Atlantic”, sum arbeitt hevur verið við í Sandoynni síðan 2003, varð hildið áhugavert aftur at farið til Søltuvíkar fyri m.a. at fáa eitt uttangarðslendið við í kanningarnar. Eftir at skrásetingar vórðu gjørdar av lendinum í 2005, varð farið undir fornfrøðiliga rannsókn sunnan fyri ánna yviri í Álum summarið 2007.

Her varð alt fyri eitt komið niður á fornar bústaðaleivdir – leivdir, ið eftir øllum at døma stava frá heldur stórum bygningi, ið vit einki høvdu vitað um áður, eins og at gripir av ymiskum slagi vórðu funnir, eitt nú eitt brýnisbrot úr gliturfløgu og ein evalítil rennil úr royðu.

Til tess at fáa fastari um at halda tíðarfestingini viðvíkjandi vórðu ymisk sýni tikin til seinni tíðarfestingar. Í sambandi við eftirviðgerðina av rannsóknartilfarinum eru loksins tvey brend byggkorn vorðin tíðarfest á kolevnis-starvsstovuni SUERC í Glasgow. Úrslitið er, at bæði byggkornini greitt vísa, at fláirnar, tey eru funnin í, eru fra 900-árunum. Hetta er áhugavert, tí hesar fláirnar umfata seinnu tíðarskeiðini, búleikast hevur verið á staðnum. Hvussu langt aftur í tíð búleikast hevur verið yviri í Álum, ber tó ikki til at siga nakað um.

Rannsóknin gav eitt nú ábendingar um, at virksemið á staðnum einaferð kann vera broytt frá at hava verið fastur bústaður, til at fólk seinni heldur hava búleikast á staðnum ávísar tíðir av árinum. Staðurin hevur tí helst verið nýttur til serlig endamál, t.d. sum eitt ergi, har fólk av Sandi hava ambætað kríatúrunum summarmánaðarnar. Onnur sløg av virksemi kunnu eisini koma upp á tal. T.d. er ymist, ið kundi títt upp á, at royndir hava verið gjørdar at gagnnýtt mýrimálm við atliti at jarnvinnu – ein sera viðkomandi spurningur, ið ofta hevur verið havdur á lofti, tá føroyska víkingaaldar samfelagið hevur verið umrøtt.

Í Søltuvík eru sostatt nógvir spurningar ósvaraðir. Nær aftur verður farið at gera kanningar í Søltuvík er enn óvist.

Rannsóknina 2007 gjørdi Føroya Fornminnissavn í samstarvi við fornfrøðingar og lesandi av universitetinnum í Bradford í Onglandi innan verkætlanina ”Heart of the Atlantic”. Oljufeløgini Anadarko og BP veittu verkætlanini fígging.