logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
 Koltur 800-talið

10.10.2012
Búsetingin í Koltri tíðarfest til 800-900 árini

Tíðarfesting av brendum byggkornið frá fornfrøðiligum rannsóknum í Koltri er júst komin. Hon vísir, at búleikast hevur verið í býlinginum Heima í Húsi í Koltri í 800-900 árunum – t.v.s. longu tíðliga í víkingaøld.

Fornfrøðingar av Fornminnissavninum, Søvnum Landsins hava tvey tey seinastu árini verið í Koltri og gjørt rannsóknir í sambandi við at Koltursgrunnurin endurreisti húsini Uppi í Búð, Heima í Húsi.

Húsini Uppi í Búð vóru nakað umbygd síðan Stranda Jákup bygdi tey umleið 1857. Fornfrøðiligu rannsóknirnar skuldu tí í fyrsta lagi vísa, hvussu húsini sóu út upprunaliga. Fornfrøðiligi grevsturin gav eisini úrslit og funnar vórðu m.a. veggjaleivdir, undirsyllar, úthús, tún og steinsettar rennur. Hesi úrslit vórðu síðan nýtt sum grundarlag, tá húsini vórðu endurreist.

Eisini beyðst høvið at kanna, hvussu djúpar kulturfláirnar vóru undir verandi húsum. Uttanfyri vesturveggin Uppi í Búð, vísti tað seg, at ein bardun til ein gamlan elsteyra var fest sera djúpt niður í moldina. Tá bardunholið varð grivið út og benið reinsað, vórðu kulturfláir avdúkaðar, ið tilsamans vóru yvir 2 metrar tjúkkar.