logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
 Logo Savnsfagnaður 2012
11-10-2013
Savnsfagnaður varpar ljós á vátlig evni 

Savnsfagnaður alla heystfrítíðina frá 11 til 16.

Hvat er so merkiligt við vatni? Hvussu nógv vatn skal til fyri at gera eitt súrepli? Hvørji síl liva í føroyskum vøtnum og áum? Hvussu kunnu vit mála við vatni ella tekna um vatn? ST hevur lýst 2013 at vera alheims ár fyri vatn, og Savnsfagnaður varpar tí ljós á alskyns evni um vatn.

Savnsfagnaður við hópin av tiltøkum fyri børn og vaksin er á Søvnum Landsins í Hoyvík, á Sjósavninum og á Listasavninum. Í heystfrítíðini hava søvnini opið frá mánadegnum 14. oktober til fríggjadagin 18. oktober frá kl. 11 til 16. Skráir eru á SNAR.FO.

Sjósavnið á Argjum
hevur fingið eitt nýtt ferskvatnsakvarium og fyri fyrstu ferð hava áarsíl, vatnsíl, sjósíl og bleikjur úr føroyskum vøtnum og áum gjørt innrás á sjósavninum. Afturat hesum boðar skráin frá rokaligum vatnrakettum og hópin av uppgávum. Hesa vikuna vitja vit Sjósavnið fyri hálvt atgongugjald.

Listasavnið í Gundadali
Upplivingar, myndaveiða og stuttligar uppgávur bíða á Listasavninum. Hvønn fyrrapart og seinnapart bjóðar Jógvan Biskopstø, listamaður, til verkstovu í vatnlitamáling (avmarkað pláss, tilmelding við kassan) og alla vikuna kunnu børn geva sítt íkast til stóru felagstekningina um VATN. Endaliga tekningin verður løgd út á www.art.fo. Savnsfagnaðurin á Listasavninum endar við sangi og tónleiki, tá ið ungu talentini Annika Malunardóttir og Jónas Gaard fara at spæla fríggjadag 18. oktober kl. 15.

Mentan og náttúra í Brekkutúni 6 í Hoyvík,
stóra framsýningin frá í summar, lýsir Føroyar bæði á landi og sjógvi. Upplivingar og vatnuppgávur bíða eftir børnum, og hvønn dag eru filmvísingar og framførslur av vatnroyndum, sum børn kunnu læra at gera heima. Inni í holinum Søgulátrið lurta kópurin og børn eftir søgum.

Útisavnið í Hoyvík
opnar dyrnar til ta gomlu bygdina og hugtakandi náttúruna. Fyrr í tíðini veltu fólk korn og skóru akur um heystið. Nú skal kornið malast. Hoyggj er komið í hoyggjhúsið, og kjøt hongt í hjallin. Vatn hevur stóran týdning fyri ta gomlu bygdina; myllan í Kúrdali, mataráin, eldsmiðjan og onnur úthús eru virkin um heystið. Vit granska skordýr og sjódýr í sjóneyku, og royna teymaríðing við føroyskum rossum. Í Hoyvíksgarði er lív í roykstovuni.

Trupult er at parkera niðri í Hoyvík. Fólk verða tí biðin um at parkera uppi í Brekkutúni ella í Hoydølum og so koma til gongu oman til gamla hugnaliga bygdarlagið á Kúrdalsvegnum.

Skrá yvir Savnsfagnaðin á Snar: www.snar.fo/savnsfagnadur


Fjølmiðlar fáa fleiri upplýsingar og samrøður um Savnsfagnaðin: