logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
 
Hvalastøðin við Áir sep. 2013

11-10-2013
HVALASTØÐIN KOMIN VÆL ÁLEIÐIS Í 2013

Vit eru komin inn í síðsta ársfjórðing, og nú sæst, at við ársenda eigur setningurin, verkætlanin hevur sett sær, at verða náddur.

Støðan við at umvæla tey trý sambygdu húsini, Kristnastova, Fugan og gamla Spikkókaríið, sum standa sunnanfyri Planin, er góð. Tað týdningarmesta er, at gamla Spikkókaríið aftur stendur væl, og er bjargað. Fá munnu tey vera, ið hildu, at hetta fór at bera til, men við AM-Smíð, við teimum báðum, Anngrími Árting og Martin Mørk, ið eru royndir við restaurering, hevur tað hilnast væl. Teir hava samstundis sett á Fuguna, og har er komið væl áleiðis. Hvussu verður við Kristnastovu, er ikki til at siga. Har skal mestsum allur stórviður skiftast út. Heldur hava teir valt at vera um Spikkókaríið, at styrkja um, skifta út stórviðin, klæða, seta vindeygu í, og síðani er at tekja.

Norðanfyri Planin hevur JL-Smíð, við Jón Láadal á odda, verið um Tørkuna, sum er størsti bygningur á støðini. Her er støðan eisini góð, men her hava uppgávurnar verið tvørligar við at stoypa undir grundina, og bróta burtur betong. Í Tørkuni hevur verið neyðugt at klæða at kalla allan bygningin, og tekja av nýggjum. Somuleiðis skulu teir gera nýggjan ventilatiónskassa á mønuni. Hesin fer at minna um tann á mønuni á Spikkókaríinum. Her er sum vera man ríkiligt at fara um. Seinastu mánaðirnir hava JL-Smíð verið tríggir, stundum fýra í vinnu á støðini.

Annað er, at sonevnda Pressuloftið, ið er sambygt við Tørkuni, og sum stendur niðast við Planin, skal førast aftur til uppruna útsjónd. Húsið hevur nevniliga onki loft, og ‘kvernan’ og tangin og onnur teknisk útgerð hevur alt staðið undir opnum himni síðan fyrst í 1960-árunum, og tí er avgerð tikin, at eitt timbursjakk við tveimum handverkarum skal inn í verkætlanina. Timburmeistarin Ingi á Tórgarði skal hjálpa til at tekja Spikkókaríið, og síðan fara teir eisini í gongd við Pressuloftið.

Tey, sum fylgja gongdini, síggja, at sumt longu er málað. Klædningurin er reyður, og tekjurnar grønar – litirnir, ið eyðkendu støðina. Tó er ov langt útliðið at halda fram við málingini, men tá ið Pressuloftið aftur stendur uppi, tá fer at síggjast, at 2013 hevur verið eitt gott ár hjá hvalastøðini við Áir.

Á mentanarvikuni hjá Sunda kommunu var opið á støðini tann 17. september. Hóast ilsligt veður var fitt av fólki. Eini 100 í tali komu at hyggja at gongdini. Hetta sigur, at almenningurin vísur hvalastøðini við Áir áhuga.

Arkitektastovan Kontrast hevur byggileiðsluna um hendur undir antikvarisku umsjón Fornminnissavnsins.