logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
 
Forn havnaløg 1

23-08-2013
FORN HAVNALØG Í FØROYUM

Ein altjóða granskingarverkætlan

Eitt altjóða lið av granskarum – teirramillum fornfrøðingar, ein hav-fornfrøðingur, ein geomorfologur, ein veðurlagsserfrøðingur umframt folk við serkunnleika innan aðrar vísindagreinir - hevur seinastu dagarnar verið í landinum og kannað forn havnaløg úr víkingaøld og miðøld.

Arbeiðið er partur av verkætlan, ið nevnist “Harbours of the North Atlantic (HaNoA) 800-1300”, ið hevur til endamáls at granska søgu, landslag og brúkið av tátíðar havnaløgum í Íslandi, Grønlandi, Hetlandi, Noregi og Føroyum.

Hópurin, sum hevur verið í oyggjumnum, umboðar granskingarstovnar í Týskalandi, Eysturríki, Noregi og Stórabretlandi, og arbeiðir hann í neyvum samstarvi við Søvn Landsins - Fornminnissavnið.

HaNoA-verkætlanin, ið fíggjarliga verður stuðlað av týska granskingarráðnum, Deutsche Forschungsgemeinschaft, (DFG), verður stýrd av Dr. Claus von Carnap-Bornheim, professara við ranssóknarstovnin fyri baltiska og skandinaviska fornfrøði , (ZBSA), í Schleswig, og Dr. Natascha Mehler á deildini fyri forsøguliga og søguliga fornfrøði við universitetið í Wien. Verkætlanin er partur av einari umfatandi, nýliga íverksettari 6 ára granskingarskrá, ið nevnist “Harbours from the Roman Empire to the Middle Ages”, og fer at umfata eina røð av verkætlanum um alt Europa.

Verkætlanin samantvinnar upplýsingar frá skrivaðum heimildum, eitt nú søgu- og miðaldar lógartekstum, við upplýsingum, ið fingnir eru til vega við fornfrøðiligum arbeiðshættum so sum lendisskráseting, útgrevstri og kaving.

Forn havnaløg 2Útvaldu støðini, ið kannað hava verið neyvari í Føroyum eru í Kirkjubø, heima á Sandi og við Krambatanga í Ørðavíkarlíð, har tað m.a. hevur verið kavað fyri at kanna botnviðurskiftini. Eisini eru Strendurnar skrásettar soleiðis, at loftmyndir er tiknar við dragu, hesar loftmyndirnar verða síðan nýttar til at endurskapað lendið ið 3D. Hetta er vorðin nýggjur skrásetingarháttur í tílíkum arbeiðum. Valdu staðirnir vóru av stórsta týdningi í víkinga- og miðaldar føroyska samfelagnum, men havnaviðurksiftini vita vit lítið ella einki um eins og havnaløgini, ið tá hava verið, tykjast vera burtur.

Granskingarhópurin fór av landinum aftur týsdagin, og verða eygleiðingarnar, gjørdar vórðu og innheintaðu upplýsingarnir, ið fingnir vóru til vega eitt nú í samskifti við serfrøðingar her í oyggjunum nú kannaðir neyvari, áðrenn lagt verður víðari til brots.