logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta

















 
 
10.04.2013
Varðveitingararbeiðini í Kirkjubømúrinum halda fram

Tá varðveitingararbeiðini upp á Múrin vóru liðug fyri árið í fjør, kann av røttum sigast, at varðveitingararbeiðið var komið á eitt vegamót - fyri fyrstu ferð vóru pláturnar av veðurverjuni, ið vórðu tiknar niður, áðrenn múrarbeiðið byrjaði um várið, ikki settar upp aftur. Og tá arbeiðspallar o.a. varð tikið niður, stóð múrurin berur eftir, væl og virðiliga konserveraðir og múrkrúnan takt við flag. Av tí at vit gjørdu av bert at konservera 6m av norðurmúrinum bæði innan og uttan, hevur hetta kanska ikki verið so sjónligt fyri tey, ið hava vitjað í Kirkjubø. Men í ár verður ørðvísi!

Í ár verður ferðin sett upp og væl meiri orka løgd í konserveringsarbeiðini. Tá hesi arbeiði, sum júst eru tikin upp aftur, verða liðug seinni í ár, er ætlanin at allur norðurmúrurin skal standa berur. Og hetta fer at merkjast.

Arbeiðið er framhald av tí varðveitingarætlan fyri Múrin, sum stungin varð út í korti í áliti, landsstýriskvinnan við mentamálum í januar mánað 2010 góðkendi. Talan er um álit, Føroya Fornminnissavn og Múrbólkurin frá 2001 løgdu fyri landstýriskvinnuna á heysti 2008.

Annar táttur í varðveitingararbeiðinum í ár verða tær bygningafornfrøðiligu skrásetingarnar, ið farið varð undir í 2011. Hesar skrásetingar leggja dent á siðsøguligar og byggilistarligar spurningar. Spurningar sum taka atlit at, hvussu Múrurin er bygdur, hvussu múrverkið er laðað osv. Við kanningini av múrverkinum verður skjalprógva, hvat ið enn er varðveitt av upprunamúrverki og fugum, og fer hetta at geva okkum vitan um, hvussu byggiarbeiðini fóru fram í miðøldini.

Varðveitingararbeiðið verður lagt soleiðis til rættis, at bygningafornfrøðiligu kanningarnar verða fylgdar upp av teimum konserverandi tiltøkunum – av sjálvari múskonserveringini. Tá ið hesi arbeiði eru gjørd, fer fyribils veðurverjan at verða tikin niður so hvørt, og múrverkið fer sum nevnt aftur at standa frítt frammi og við flagi á múrkrúnuni. Eftir ætlan verður hetta um eini 5-6 ár. Um tað verður so, avgerð árliga játtanin á fíggjarlógini.

Dagliga múraraarbeiðið verður gjørt av múraravirkinum Sp/f Krossteig við Birgir Krossteig úr Havn. Bygningafornfrøðiliga skrásetingin verður framd av Jónhild Johannessen, arkitekti, sum eitt tíðarskeið varð savnsarkitektur á Fornminnissavninum. Eins og árini frammanundan hava vit leitað okkum serkøna leiðbeining frá fyritøkuni Nordisk Konservering í Keypmannahavn, og aftur í ár er tað Hans Frederiksen, konservator, ið hevur eftirlitið við arbeiðinum. Símun V. Arge, savnsleiðari og deildarleiðari á Fornminnissavninum, Søvnum Landsins, skipar og stendur fyri arbeiðinum.
 

Kirkjubømúrurin 2013-01

Kirkjubømúrurin 2013-02

Kirkjubømúrurin 2013-03


Kirkjubømúrurin 2013-04