logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta

Sornfelli 2012, tunnil inn í bunkaran



Flyvestation Thorshavn


Sornfelli, radoma kupul innan












 
06.02.2013
Tvær søgur um kalda kríggið

Loran-C á Eiði og hernaðarstøðirnar í Mjørkadali og á Sornfelli siga frá um kalda kríggið í Føroyum.

Søvn Landsins hava í samstarvi við Kulturstyrelsen í Danmark peikað á tvey støð í Føroyum, sum verða mett at hava serligt søguligt og mentanarligt virði, tá talan er um leiklut Føroya í kalda krígnum. Talan er um Loran-C støðina á Eiði og hernaðarstøðirnar í Mjørkadali og á Sornfelli.

Mett verður, at júst hesi anlegg eru serliga væl egnað at siga frá leikluti Føroya í kalda krígnum og um hernaðarligu útbyggingina, ið hendi tá. Endamálini við at vísa á júst hesi støð eru partvís at gera almenningin varugan við, at hesi støð hava mentanarlig virði og partvís at geva myndugleikum og eigarum eitt fakligt útgangsstøði at grunda teirra framtíðar planlegging.

Søgurnar um støðirnar vísa m.a., at hernaðarliga útbyggingin í Føroyum var nær knýtt at geo-politiskum áhugamálum í vesturlendsku hernaðarsamgonguni NATO og kanska serliga USA. Hinvegin høvdu donsk-føroysku viðurskiftini sína ávirkan á tann mátan, hesi serligu geo-politisku áhugamálini vístu seg í føroysku hernaðarútbyggingini.

Sámal T.F. Johansen, leiðari á Landsskjalasavninum, hevur verið umboð fyri Søvn Landsins í arbeiðsbólkinum, sum hevur víst á 25 støð í Danmark, 6 støð í Grønlandi og 2 støð í Føroyum. Nærri fæst at vita um føroyska partin av hesi verkætlan við at fara á heimasíðuna hjá Kulturstyrelsen í Danmark.

Hava tit spurningar viðvíkjandi hesi verkætlan, eru tit vælkomin at venda tykkum til Sámal T.F. Johansen, t-postur: [email protected] ella tlf. 790530.
 

Loran C antenna á Eiði



Loran C á Eiði, starvsfólkaíbúðir