logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta

Grind í Hvalba 24 okt 2012







 
30.10.2012
Náttúrugripasavnið endurskoðar mannagongdir í sambandi við grindamerking 

Hin 24. oktober 2012 merkti Náttúrugripasavnið eina grind í Hvalba. Við góðari hjálp frá hvalbingum gekst fyrimyndarliga væl at fara um og merkja grindina. Men tá grindin skuldi rekast út aftur, vildi hon ikki út. Hóast roynt var at føra og reka hvalirnar út frá, so trokaði grindin seg bara nærri og nærri sandinum. Tað var fjarandi sjógvur, og móti myrkri fjaraði grindin uppi. Tá Náttúrugripasavnið metti, at grindin neyvan fekst út aftur á lívi, vóru boð givin um, at hvalirnir kundi avlívast.

Ymsar umstøður gjørdu, at merkta grindin kom at liggja leingi á sandinum. Tá fólkið av Náttúrugripasavninum sá, at grindin var komin so langt út, at bátur sigldi innanfyri, varð mett, at farast kundi undir heimferðina norður um fjørðin. Hetta vísti seg kortini seinni at vera ein óheppin avgerð, tí um tað var bíðað, vóru boðini um at avlíva grindina helst givin fyrr.

Samskifti var við sýslumann og grindaformenn millum kl. 19 og 22. Náttúrugripasavnið fekk ikki fatan av, at støðan var so hættislig, at tað ikki bar til at síggja tíðina ann, fyrr enn um 21 tíðina, tá mett varð, at hvalir vóru doyggjandi ella deyðir.

Vónin hjá Náttúrugripasavninum var, at ein partur av grindini við merktu hvalunum kundi bjargast og fáast til havs aftur. Men sum frá leið skiltist, at støðan var ring, og at tað var lítið sannlíkt, at nakar hvalur yvirlivdi. Grindaformenn fingu boð um at avlíva allar hvalir, ið teir mettu máttu avlívast. Øll grindin var síðani dripin. Náttúrugripasavnið harmast um, at merkingin fekk slíkan enda.

Sum avleiðing av miseydnaðu merkingini hevur Náttúrugripasavnið kunnað avvarðandi myndugleikar um tilgongdina og farið undir at endurskoða mannagongdir í sambandi við merking av hvali.