logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
T˙ ert her: TÝ­indi | Hiplingur
Hiplingur
Ungur og vaksin hiplingur í Kollafirði (mynd: Leivur Janus Hansen)
15.03.2012
Nakað av hiplingi runt landið

Á hvørjum ári síggjast einstakir hiplingar runt landið, men síðstu árini sær tað út til, at teir onkrastaðni eru blivnir nakað meira vanligir.

Í Kollafirði hava tríggir hildið til í eina tíð. Á Helláskeri í Trongisvági sita fýra fyri tíðina og árið fyri vóru teir tveir, meðan einans ein fuglur var í 2010. Við Koltur sást eitt par summrini 2000 og 2001. Eisini sæst onkur í Gøtu og Skálafirði. Hvaðani hesir fuglar koma, vita vit ikki. Einasti ringmerkti hiplingur, ið er fingin her á landi, kom úr Íslandi.

Hiplingur átti fyrr í Føroyum, og gott hevði verið, um teir, sum nú síggjast, fóru at reiðrast. Fyrr, tá hann átti í Føroyum, sást hann sita eins og skarvur runt oyggjarnar; men longu um hálva tjúgundu øld skrivar Mikkjal á Ryggi, at hann er bangin fyri, at hiplingurin skal doyggja út. Tíverri bleiv hann ikki friðaður fyrr enn í 1974, og tá var ov seint. Ein trupulleiki hjá hiplinginum er, at hóast hann er friðaður, so líkist hann nógv skarvi, sum ikki er friðaður, og helst eru tað fleiri, sum koma fyri byrsuna.

Skalt tú kenna hipling frá skarvi, so eru nøkur eyðkenni, ið tú kanst geva tær far um. Hiplingur er nakað størri enn skarvur, og í tíðini frá januar til juni er vaksni fuglurin í prýðisbúna. Tá hevur hann ein eyðkendan hvítan lærblett. Ungfuglurin er hvítur um búkin. Sært tú ein fugl, ið minnur um skarv á einum vatni, ella hann flýgur inn yvir land, so kanst tú vera nokkso vísur í, at tað er hiplingur. Tá skarvur kavar, ger hann sítt eyðkenda skarvslop. Tað ger hiplingur ikki, hann kavar bara.

Náttúrugripasavnið frættir fegið frá fólki, sum hevur onkra áhugaverda eygleiðing av hiplingi, serstakliga um fleiri hava hildið til á sama stað. Skriva til [email protected] ella ring á 340571.