logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
                     


 
29.02.2011
Nýggj grein um árinið av veðurlagsbroytingum á plantuvøkstur

Fyri stuttum fekk granskingarsamstarvið ITEX (International Tundra Experiment), ið hevur til endamáls at kanna sambandið millum vøkstur og veðurlag, grein í altjóða tíðarritið Ecology Letters. Greinin savnar 20 ára kanningar á 61 økjum kring heimin. Økini, ið eru kannað, eru skógarleys tundraøki í aktis og fjallaøki sunnanfyri.

Úrslitið frá kanningini vísir, at vøksurin í teimum ymisku økjunum fer at verða heilt ymiskt ávirkaður av upphiting. Í teimum mest viðbreknu økjunum fer árinið av langtíðar upphitingini á tundravøksturin og á alla vistskipanina helst at verða nógv størri, enn tað vit enn hava sæð. Náttúrugripasavnið hevur eina støð uppi á Sornfelli, ið er við í samstarvinumi.

Har, eins og á hinum støðunum, verða kanningarnar gjørdar í smáum sekshyrntum vakstrarhúsum. Hesi vakstrarhúsini gera, at hitin inni í teimum er øktur umleið 1ºC og ber tað tí til at kanna, á hvønn hátt upphiting broytur vøksturin.

Plantustøð á Sornfelli
À myndini sæst støðin á Sornfelli.

Heimild: Elmendorf et. al. 2012. Global assessment of experimental climate warming on tundra vegetation: heterogeneity over space and time. Ecology Letters, 15: 164-175.