logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Toddyskeiðir hjá Løbner, snr 8848X001-007


Toddyskeiðir hjá Løbner 8848X007


Løbner 4653F053
 
27.02.2011
Toddyskeiðir hjá Løbner

Av og á koma óvanligir gripir á Fornminnissavnið. Millum hakar og spakar og annað gerandisligt, kemur okkurt heilt forkunnugt, og nú ein dagin kom ein gevari við nøkrum toddyskeiðum, ella toddysteytarum, átta í tali.

Og hvat er so ein toddyskeið? Jú, hon verður brúkt til at røra í ein toddy-drykk, sum er ein blanding av brennivíni, heitum vatn og sukuri.

Gevarin veit at siga, at skeiðirnar hava verið í ættini í Havn, og hava aldri verið í brúki. Bakarin Andrias Samuelsen, Andrias í Horni í Havn, keypti tær á uppboðssølu, kanska um aldamótið 1900, og skulu hesar skeiðir koma úr heiminum hjá Emilius Marius Georgius Løbner. Hann var amtmaður í Føroyum 1816-25, og fór sjálvur av landinum, men dótturin, Henrietta, giftist doktaran Napoleon Nolsøe, son handilsforvaltaran Jákup Nolsøe. Handilsforvaltarin og Nólsoyar Páll vóru brøður.

Toddyskeiðirnar munnu hava verið sjáldsamar í føroyskum heimum, men helst hava embætisfólk gjørt seg út við slíkum skeiðum. Í øllum førum eru skeiðirnar fínar.