logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Stuðul til friðað hús

Um tú eigur eini hús, ið eru friðað, kanst tú søkja um stuðul til útreiðslur til arbeiði, sum ganga út um vanligt viðlíkahald. Stuðulin kann vera fíggjarligt ískoyti, gamalt byggitilfar ella sakkøn hjálp.

Treytin fyri stuðulsveiting er sambært fornminnalógini,
  • at loyvi er fingið frá Fornminnisnevndini til broytingina á friðaða bygningin.
  • at broytingin ikki gevur hægri nyttuvirði av bygninginum.
Stuðulin skal sambært lógini útroknast eftir meirkostnaði, ið stendst av, at húsini eru friðað. 

Stuðul verður ikki latin til modernisering av bygningum, t.d. hitaskipan, innrætting av nýggjum køki ella líknandi.

Umsókn um stuðul skal sendast til Søvn Landsins. Í umsóknini skal vera útgreinað lýsing av verkætlanini við tíðarætlan og fíggjarætlan.