logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Bókasavnsstuðul
Bygdasavnsstuðul
Listasavnsstuðul
aa Átekning sum mentanar-
søguligt skip

 
  Varðveitingarætlan
 
  Setningur og leiðreglur í
sambandi við meting

 
  Átekning eftir eldri skipan
 
  Stuðul til skip við átekning
 



Setningur og leiðreglur í sambandi við meting av skipi sum mentanarsøguligt skip

Fyri at fáa átekning sum mentanarsøguligt skip eftir løgtingslóg nr. 14 frá 28. februar 2013 um mentanarsøgulig skip, skulu hesi krøv vera uppfylt:
  • Skipið skal vera heimahoyrandi í Føroyum.
  • Skipið skal umboða eitt søguligt tíðarskeið í føroysku skipasøguni.
  • Skipið skal hava serligan mentanarsøguligan týdning fyri Føroyar. Meting um mentanarsøguliga týdningin verður gjørd av antikvariska myndugleikanum.
  • Skipið skal vera millum 5 og 300 BT.
  • Skipið vera eldri enn 50 ár.
  • Ánarin skal søkja og skrivliga vátta, at skipið kann verða varðveitt sum varandi mentanarminni, og at varðveitandi átøk, viðlíkahald og møgulig umvælingararbeiði verða gjørd eftir antikvariskum grundreglum, sum varða av søguligu dygdunum hjá skipinum.
Meting
Í sambandi við meting av umsóknum verða hesar umstøður eisini havdar í huga:
  • Í umvældum ella endurnýggjaðum skipum eigur tilfarið og útgerðin at samsvara tíðini, tá skipið varð bygt ella tíðarskeiðinum, sum skipið umboðar. Um talan er um kopi av søguligum skipi, er meginreglan, at skipið er gjørt úr siðbundnum tilfari og bygt við siðbundnum handverkshættum.
  • Skipið skal sum meginregla vera væl viðlíkahildið.
  • Skipið skal sum meginregla kunna sigla ella verða siglingarført innan 3 ár eftir átekning.
  • Bæði skrokkur og yvirbygningur skulu vera varðveitt í upprunaligum formi ella í slíkum formi, at gjørdar broytingar siga frá eini sermerktari menningarsøgu. Tann seinasta umbyggingin eigur at vera í minsta lagi 20 ára gomul, tá søkt verður um góðkenning. Hetta skal tryggja, at átekning ikki verður givin til skip, sum tey seinastu árini eru umbygt fyri at nøkta persónligu áhugamálum eigarans.
  • Skipið skal hava ein rigning, sum samsvarar við tíðina ella tíðarskeiðið, sum rigningurin umboðar, og annars samsvarar við ta søguligu skjalfestingina, sum fyriliggur fyri skipið.
  • Eitt skip, sum er vorðið riggað av nýggjum við einum “retro-rigningi”, t.d. við at rigningurin er vorðin broyttur, minkaður ella moderniseraður, eigur ikki at fáa átekning.
  • Skip kunnu av ymsum orsøkum hava fingið skift upprunaligan rigning við mastrum, vantum, besløgum og tilhoyrandi útgerð (blokkum, spølum o.t.) úr modernaðum tilfari. Tílíkar broytingar siga frá menningarsøgu og eiga tí ikki uttan víðari at verða avvístar í varðveitingarhøpi. Meginreglan er kortini, at broytingin skal vera í minsta lagi 20 ára gomul.
  • Seglini skulu sum meginregla vera gjørd í samsvari við ta søguligu skjalfesting, sum fyriliggur fyri skipið. Mynstrið og liturin í segldúkinum, breiddin í leingjunum, rætningurin í seyminum, talið av reipum og aðrir viðkomandi smálutir so sum tog, kósir o.s.fr., eiga somuleiðis at samsvara við siðvenjuna og tað fyriliggjandi søguligu skjalfestingina. Tað er ikki eitt krav, at dúkurin er gjørdur úr tíðarrøttum tilfari.
Antikvariskar grundreglur
Endamálið við skipanini um mentanarsøgulig skip er at rakstur og viðlíkahald skal hava sum yvirskipað mál at tryggja skipið sum varandi mentanarminni, soleiðis at tey mentanarsøguligu virðini ikki verða skerd ella mist. Umvælingar skulu tí gerast eftir antikvariskum grundreglum, t.e. museumsfakligum leiðreglum, sum týðuliga varðveita dygdirnar hjá skipinum, har eitt skjalprógvað tíðarskeið í skipasøguni liggur til grund.

Arbeiðið skal vera samsvarandi veruleikanum
Hetta merkir, at skipið uttan kemur at síggjast júst sum hetta skipið ella hetta skipaslagið sá út eitt nærri ásett tíðarskeið av søgu tess. Motorur og aðrar tøkniligar innleggingar skulu tillagast soleiðis, at tær í minst møguligan mun órógva mentanarsøguliga miðlanarvirðið hjá skipinum.

Arbeiðið skal vera samsvarandi tilfarsupprunanum
Hetta merkir, at øll umvæling verður gjørd sum neyv kopi av verandi loysnum, og tilfarið, ið verður nýtt, er av sama slag, um tað er gjørligt: Eikiviður verður settur ístaðin fyri eikivið, bik og verk ístaðin fyri bik og verk, messingskrúvur ístaðin fyri messingskrúvur, fýrakantsmøtrikur ístaðin fyri fýrakantsmøtrik o.s.fr.

Arbeiðið skal vera samsvarandi handverkinum
Hetta merkir, at allir smálutir í skrokki, yvirbygningum og rigningi í mest møguligan mun eru gjørdir við tíðareyðkendum formi, tilevning og yvirflatuviðgerð. Útskiftir partar skulu vera neyv kopi av teimum gomlu og við somu dimensjónum. Upprunalig aptering eigur í mestan gjørligan mun at verða hildin óbroytt.

Umvæld skip skulu viðlíkahaldast forsvarliga
Arbeiðið skal gerast eftir traditionellum handverksligum arbeiðshættum og í mest møguligan mun við søguliga røttum tilfari. Arbeiðstøknin skal samsvara við tíðarskeiðið, ið skipið umboðar. Hetta merkir, at ein hondhølvað yvirflata ikki eigur at verða viðlíkahildin við el-amboðum. Linoljumáling eigur ikki at verða yvirmálað við plastmáling. Natúrligar rávørur eiga ikki at verða umbýttar við evnafrøðiligar o.s.fr.

Verndarætlan
Ásett er, at tá eitt skip hevur fingið átekning, skal gerast ein verndarætlan eftir fyriskipan antikvariska myndugleikans. Hon er so statt næsta stigið at taka í góðkenningartilgongdini.

Verndarætlanin skal lýsa, hvussu ætlanin er at varðveita skipið sum mentanarminni og greina ítøkiliga, hvussu varðveitingararbeiðið skal fara fram, og hvussu varðveitandi átøk, viðlíkahald og møgulig umvælingararbeiði verða gjørd, harundir tíðarætlan og kostnaðarmeting. Stevnumiðini omanfyri eru grundleggjandi í tílíkari verndarætlan.

Aðrar ásetingar
Umsókn um átekning sum mentanarsøguligt skip skal fevna um
  • skjalprógv og skjalatilfar um skipið.
  • lýsing av søguliga týdninginum hjá skipinum.
  • støðulýsing av skipinum.
  • lýsing av, hvussu ekta og eftirfarandi skipið er varðveitt.
Meðan ein umsókn um átekning er til viðgerðar, mugu broytingar á skipinum bert verða gjørdar eftir avtalu við antikvariska myndugleikan.

Skip, sum eru undir ný- ella umbygging, kunnu fáa eina undangóðkenning sum mentanarsøgulig skip, um eigarin framman undan hevur sent Søvnum Landsins eina verkætlanarlýsing til góðkenningar.

Um krøv og treytir í sambandi við átekning ikki verða hildnar, kann antikvariski myndugleikin taka átekningina aftur.

Ein átekning sum mentanarsøguligt skip verður endurskoðað 7. hvørt ár.

Átekning, sum er givin áðrenn 2013, er galdandi í 7 ár frá tí degi, ið skipið fyrstu ferð søkir um stuðul.
Tak niður metingarskema