logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Bókasavnsstuðul
Bygdasavnsstuðul
Listasavnsstuðul
aa Átekning sum mentanar-
søguligt skip

 
  Varðveitingarætlan
 
  Setningur og leiðreglur í
sambandi við meting

 
  Átekning eftir eldri skipan
 
  Stuðul til skip við átekning
 



Átekning sum mentanarsøguligt skip

Fyri at fáa átekning sum mentanarsøguligt skip, skulu hesi krøv vera uppfylt:
  • Skipið skal vera heimahoyrandi í Føroyum.
  • Skipið skal umboða eitt søguligt tíðarskeið í føroysku skipasøguni.
  • Skipið skal hava serligan mentanarsøguligan týdning fyri Føroyar. Meting um mentanarsøguliga týdningin verður gjørd av antikvariska myndugleikanum.
  • Skipið skal vera millum 5 og 300 BT.
  • Skipið vera eldri enn 50 ár.
  • Ánarin skal søkja og skrivliga vátta, at skipið kann verða varðveitt sum varandi mentanarminni, og at varðveitandi átøk, viðlíkahald og møgulig umvælingararbeiði verða gjørd eftir antikvariskum grundreglum, sum varða av søguligu dygdunum hjá skipinum.
Málsgongd í sambandi við átekning
  1. Umsókn um átekning
  2. Støðutakan til umsókn
  3. Verndarætlan
  4. Endurskoðan av átekning
Viðv. 1. Umsókn um átekning
Umsókn um átekning sum mentanarsøguligt skip skal fevna um
  • støðulýsing av skipinum
  • skjalprógv og skjalatilfar um skipið
  • lýsing av søguliga týdninginum hjá skipinum
  • lýsing av, hvussu ekta og eftirfarandi skipið er varðveitt
Við umsóknini váttar umsøkjarin, at hann ynskir at varðveita skipið sum varandi mentanarminni, og at varðveitandi átøk, viðlíkahald og møgulig umvælingararbeiði fara at verða gjørd eftir antikvariskum grundreglum, sum varða av søguligu dygdunum hjá skipinum.

Ófullfíggjaðar umsóknir verða ikki viðgjørdar, men sendar aftur við fráboðan um hetta og at hon eigur at verða útgreinað.

Tá ein umsókn er góðkend, verður fyribils svar sent við fráboðan um, at hon verður tikin til viðgerðar og nær svar kann væntast.

Viðv. 2. Støðutakan til umsókn
Spurningurin um mentanarsøguligt virði snýr seg um eina heildarmeting í hvørjum einstøkum føri. Viðkomandi í metingini er, hvørjar umvælingarætlanir fyriliggja og hvørjar møguleikar eigarin hevur at miðla kunnleika um siðbundnan sjómansskap og siðbundin maritim handverk.

Antikvariski myndugleikin metir um umsóknina við støði í leiðreglum um, hvørji viðurskifti eiga at verða havd í huga, tá mett verður um tað mentanarsøguliga virðið hjá skipinum.


Um antikvariski myndugleikin metir, at skipið ikki uppfyllir krøvini fyri átekning sum mentanarsøguligt skip á nøktandi hátt, fær ánarin fráboðan um,
  • at tilgongdin í sambandi við átekning og stuðul sambært kunngerð nr. 107 frá 13. august 2013 ikki heldur fram.
  • at avgerðin kann kærast til landsstýrismannin innan 4 vikur.
  • Umsøkjarin fær eisini avrit av metingartilfarinum hjá antikvariska myndugleikanum.

Um antikvariski myndugleikin metir, at skipið uppfyllir krøvini nøktandi fyri átekning á nøktandi hátt, fær ánarin fráboðan um,
  • at tilgongdin í sambandi við átekning og stuðul sambært kunngerð nr. 107 frá 13. august 2013 heldur fram,
  • at farið verður undir at gera eina verndarætlan fyri skipið, og
  • nær farið verður undir at gera nevndu verndarætlan og hvussu verður farið fram.
  • Umsøkjarin fær eisini avrit av metingartilfarinum hjá antikvariska myndugleikanum.
Viðv. 3. Verndarætlan
Verndarætlanin skal lýsa, hvussu ætlanin er at varðveita skipið sum mentanarminni. Við støði í gjølligari støðumeting skal ætlanin greina ítøkiliga, hvussu varðveitingararbeiðið skal fara fram, og hvussu varðveitandi átøk, viðlíkahald og møgulig umvælingararbeiði verða gjørd, harundir tíðarætlan og kostnaðarmeting.

Meðan umsókn um átekning er til viðgerðar og verndarætlan verður gjørd, mugu broytingar á skipinum bert verða gjørdar eftir avtalu við antikvariska myndugleikan. Verndarætlanin verður gjørd fyri umleið 7 ár.

Skip, sum eru undir ný- ella umbygging, kunnu fáa eina undangóðkenning sum mentanarsøgulig skip, um eigarin framman undan hevur sent antikvariska myndugleikanum eina verkætlanarlýsing til góðkenningar.

Um krøv og treytir í sambandi við átekning ikki verða hildnar, kann antikvariski myndugleikin taka átekningina aftur.

Viðv. 4. Endurskoðan av átekning
Ein átekning sum mentanarsøguligt skip verður endurskoðað 7. hvørt ár.

Átekning, sum er givin áðrenn 2013, er galdandi í 7 ár frá tí degi, ið skipið fyrstu ferð søkir um stuðul. Sí yvirlit yvir skip við átekning, sum er givin áðrenn 2013, her.

Avgerð og kæra
Avgerð, ið er tikin av antikvariska myndugleikanum, kann sambært løgtingslóg um mentanarsøgulig skip kærast til landsstýrismannin. Kærufreistin er 4 vikur eftir, at kærarin hevur móttikið avgerðina.

SAMBAND
Erland Viberg Joensen
340 551
[email protected]
Fyri at kunna søkja um stuðul, skal skipið hava fingið átekning sum mentanarsøguligt skip.
Tak niður umsóknarblað.



Skip við átekning