logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Samband







Ársfrágreiðingar
KUNNGERÐ NR. 125 FRÁ 19. SEPTEMBER 2011 UM LÓGARBUNDNA JÁTTAN OG STUÐULSJÁTTAN

--------------------------------------------------------------------------------
Kunngerð nr. 125 frá 19.09.2011
Broytingar eftir 1. januar 1999 og kunngerðir
--------------------------------------------------------------------------------

Kapittul 1 Virkisøki
Kapittul 2 Játtan og heimild
Kapittul 3 Fyrisiting av stuðulsskipanum
Kapittul 4 Gildiskoma
Nr. 125 19. september 2011


Við heimild í § 25, stk. 2 og § 27, nr. 7 og 8 í løgtingslóg nr. 42 frá 4. mai 2009 um landsins játtanarskipan verður ásett:

Kapittul 1
Virkisøki

§ 1. Stuðul verður tikin við undir lógarbundin játtan, sbrt. § 23 í lógini, ella undir stuðulsjáttan, sbrt. § 24 í lógini.
Stk. 2. Stuðul og lán til løguverkætlanir verða tikin við sum stuðulsjáttan ella lógarbundin játtan, alt eftir rættargrundarlagnum.

§ 2. Lógarbundin játtan verður brúkt til lógarbundnan stuðul, har móttakaraskari og stuðulsupphædd ella útrokningargrundarlag eru ásett við lóg, sbrt. § 23 í lógini.

§ 3. Stuðulsjáttan verður brúkt til stuðul, sum ikki er lógarbundin, til lán og útreiðslur fyri veðhald, sbrt. § 24, stk. 1 í lógini. Stuðulsjáttan verður eisini brúkt til afturrindan av stuðli, láni og innloystum veðhaldi, sbrt. § 24, stk. 2 í lógini.
Stk. 2. Inntøkur og útreiðslur, sum ikki verða mettar at vera fevndar av øðrum játtanarsløgum, verða tiknar við undir stuðulsjáttan, sbrt. § 14, stk. 3 í lógini.

Kapittul 2
Játtan og heimild

§ 4. At veita stuðul krevur játtan og heimild.

Játtan

§ 5. Játtan fæst á fíggjarlóg, eykajáttanarlóg, ella fíggjarnevndarskjali, sbrt. § 2 í lógini.

§ 6. Hevur persónur við lóg vunnið rætt til ávísa stuðulsupphædd, skal avvarðandi myndugleiki gjalda stuðulsupphæddina, hóast játtanin ikki røkkur.

§ 7. Í viðmerkingunum til lógarbundnar játtanir skal verða upplýst umlógargrundarlag, endamál, móttakaraskara, stuðulsupphædd ella útrokningargrundarlag, sbrt. § 23 í lógini.

§ 8. Í viðmerkingunum til stuðulsjáttanir skal verða upplýst um neyvt endamál, móttakaraskara, útrokningarhátt, samantalda stuðulsupphædd og nær útgoldið verður, sbrt. § 24, stk. 4 í lógini.

Heimild

§ 9. Heimild til lógarbundnan stuðul og stuðulsjáttan skal greitt síggjast í serstakari heimildarlóg, sbrt. § 11 í lógini.
Stk. 2. Fyri stuðulsjáttanir kann í ávísum førum verða nóg mikið við heimild í sjálvari játtanini. Í tílíkum førum skal verða sagt frá hesum í viðmerkingunum til játtanina.

§ 10. Orðingar í heimildarlógini skulu sum meginregla svara til játtanarslagið. Er talan um lógarbundna játtan, eigur málberingin "Landsstýrið rindar" ella "Landsstýrið heldur útreiðslurnar" at verða nýtt, meðan er talan um stuðulsjáttan eigur málberingin "Landsstýrið kann" ella "Landsstýrið fær heimild til" at verða nýtt.

§ 11. Tilsøgn um stuðul skal útreiðsluførast í tí fíggjarári, har bindandi tilsøgn er givin, uttan mun til, um goldið verður út heilt ella partvíst í seinni fíggjarári, sbrt. § 24, stk. 3, 1. pkt. í lógini.
Stk. 2. Ikki útgoldnar tilsagnir verða fluttar yvir til fíggjarstøðuna, sbrt. § 24, stk. 3, 2. pkt. í lógini.

§ 12. Sambært heimildarlóg kann veitast tilsøgn um stuðul í seinni fíggjarárum, innanfyri ásettan fíggjarkarm, sum er tilskilaður í heimildarlógini.

Kapittul 3
Fyrisiting av stuðulsskipanum

Endamálið við stuðlinum

§ 13. Endamálið við at veita stuðul skal verða ásett í eini endamálsgrein í heimildarlógini, sbr. tó § 9, stk.2.
Stk. 2. Í viðmerkingunum til heimildarlógina skal so neyvt sum gjørligt verða sagt frá, hvørjar fyritreytir verða settar at uppfylla endamálið og møguliga, hvussu ein seinni eftirmeting av stuðulsskipanini kann verða gjørd.

Móttakaraskari og útrokningargrundarlag

§ 14. Er talan um lógarbundna játtan skal móttakaraskari og stuðulsupphædd ella útrokningargrundarlag verða ásett í heimildarlógini.
Stk. 2. Er talan um stuðulsjáttan skal móttakaraskari og stuðulsupphædd ella útrokningarháttur, verða ásett í heimildarlógini, sbr. tó § 9, stk. 2.

Útgjaldingarháttur og útgjaldingartíð

§ 15. Tá ið stuðul verður útgoldin skal hann í mest møguligan mun verða fluttur á kontu hjá stuðulsmóttakaranum í einum peningastovni.
Stk. 2. Stuðul skal so vítt møguligt verða útgoldin, tá hann verður brúktur. Frávik frá hesi meginreglu skal verða sett í viðmerkingarnar til játtanina.

Málsviðgerð

§ 16. Er talan um umfatandi stuðulsskipanir skulu í heimildarlóg ella kunngerð til heimildarlóg verða ásettar reglur fyri málsviðgerð, t.d. viðgerð av umsóknum og treytum fyri, hvussu stuðulin verður nýttur. Umfatandi stuðulsskipan er at skilja sum stuðul, sum verður latin einum størri móttakaraskara, og/ella har samlaði stuðulin er 5 mió. kr. ella størri.
Stk. 2. Um stuðulsskipanin við heimildarlóg er latin øðrum myndugleika, t.d. kommunum, skal vera ásett í heimildarlógini, hvussu uppgávur og ábyrgd verða býttar.

Serligt um sjálvsognarstovnar o.t.

§ 17. Reglurnar í løgtingslóg um landsins almenna roknskaparhald v.m. eru galdandi fyri sjálvsognarstovnar o.a., sum eru á fíggjarlógini javnbjóðis landsstovnunum, sbrt. § 2, stk. 1 í kunngerð um roknskaparverk landsins.

§ 18. Fær ein sjálvsognarstovnur meira enn 50 % í rakstrarstuðli og er stuðulin meira enn 1 mió. kr., skal støða takast til um stovnurin skal takast við í fíggjarlóg sum rakstrarjáttan.
Stk. 2. Fær ein sjálvsognarstovnur minni enn 50 % í rakstrarstuðli og er stuðulin meira enn 1 mió. kr., skulu viðtøkurnar verða góðkendar av avvarðandi landsstýrismanni.

Eftirlit, fíggjarætlan, roknskapur og grannskoðan

§ 19. Er talan um umfatandi stuðulsskipanir, sbrt. § 16, stk. 1, 2. pkt. skulu í heimildarlóg ella kunngerð til heimildarlóg verða ásettar reglur um umsjón, herundir eftirlit, fíggjarætlanir, roknskapir og grannskoðan. Um eftirlitið er latið øðrum myndugleika, skal vera ásett í heimildarlógini, hvussu uppgávur og ábyrgd verður býtt.
Stk. 2. Um tað ikki í heimildarlóg ella kunngerð til heimildarlóg eru ásettar reglur sum nevnt í stk. 1, eiga reglurnar í §§ 20-22 at verða nýttar, sbrt. § 25, stk. 3 í lógini.

§ 20. Myndugleikin, sum veitir stuðulin, skal regluliga hava eftirlit við, at móttakarin av stuðlinum støðugt lýkur treytirnar, sum eru grundarlagið fyri stuðlinum. Myndugleikin skal seta í verk eina skipan, so hann fær tryggjað sær viðkomandi upplýsingar um óreglusemi, munandi frávik í mun til fíggjarætlan, møguligar fíggjarligar trupulleikar o.s.fr. Myndugleikin skal eisini verða til reiðar at taka neyðug stig, um umstøðurnar gera tað neyðugt.
Stk. 2. Myndugleikin skal útinna eftirlit við at kanna grannskoðaða roknskapin, grannskoðanarprotokol, upplýsingar um virksemi, ársfrágreiðing o.s.fr. Eftirlitið skal m.a. fevna um, at: 1) Meta um, hvørt treytirnar fyri stuðlinum eru loknar.
2) Samanbera roknskap og fíggjarætlan. Eru munandi frávik so at meta um hesi.
3) Samanbera ætlað og framt virksemi og frágreiðing um munandi frávik. Eru munandi frávik, so at meta um hesi.


§ 21. Fyri roknskapir har móttakarin av stuðlinum er fevndur av § 2 í kunngerð um roknskaparverk landsins, galda reglurnar í løgtingslóg um landsins almenna roknskaparhald, um tað ikki í aðrari lóg eru ásettar reglur, sum víkja frá hesum, sbrt. § 2, stk. 2 og 3 í løgtingslóg um landsins almenna roknskaparhald.
Stk. 2. Er roknskapurin ikki fevndur av stk. 1, skal hann gerast sambært reglunum í nr. 1 til 4, sbr. tó stk. 3. Roknskapurin skal: 1) Fylgja eini ásettari kontuskipan, sum skal verða liðað sundur í slag og/ella endamál.
2) Hava stuðulin tiknan við sum inntøka.
3) Roknskapurin skal fevna um rakstrarroknskap, sum vísir allar inntøkur og útreiðslur greinaðar sambært kontuskipanini. Vístar skulu vera avskrivingar og burturleggingar. Tað skal verða gjørd ein fíggjarstøða, sum vísir ogn, skuld og eginogn.
4) Innihalda eina frágreiðing um, hvussu stuðulin er nýttur.

Stk. 3. Er talan um stuðul, sum bert verður veittur ta einu ferðina, og hesin er minni enn 100 tús. kr., kann ístaðin fyri roknskap, verða gjørd ein frágreiðing.

§ 22. Er talan um roknskap fyri stuðul, sum er fevndur av §§ 7 og 8 í løgtingslóg um grannskoðan av landsroknskapinum, verður hesin grannskoðaður sambært ásettu reglunum av Landsgrannskoðanini, ella góðkendum grannskoðara, sbrt. løgtingslóg um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir, uttan so at tað í aðrari lóg eru ásettar reglur, sum víkja frá hesum.
Stk. 2. Roknskapur fyri stuðul, sum ikki eru fevndur av stk. 1, verður grannskoðaður av góðkendum grannskoðara sambært hesum reglum, sbr. tó stk. 3: 1) Grannskoðanin verður útint sambært góðum grannskoðanarsiði.
2) Undir grannskoðanini skal verða kannað um roknskapurin er rættur, og um tær atgerðir, sum roknskapurin fevnir um, eru samsvarandi veittum játtanum, galdandi lógum og fyriskipanum, verandi avtalum og vanligum siði. Harumframt verður kannað, um stuðulsmóttakarin lýkir tær treytir, sum stuðulsmyndugleikin hevur sett, um stuðulin er brúktur til ætlaða endamálið, og um stuðulsmóttakarin hevur borið seg hóskandi at fíggjarliga.
3) Stuðulsmóttakarin skal geva grannskoðaranum tær upplýsingar, sum grannskoðarin heldur hava týdning fyri at meta um roknskapin, og skal geva grannskoðaranum atgongd til at gera tær kanningar, sum grannskoðarin metir vera neyðugar, og skal syrgja fyri, at grannskoðarin fær tær upplýsingar og ta hjálp, sum grannskoðarin metir vera neyðugar fyri at kunna gera sítt arbeiði.
4) Verður grannskoðarin varugur við lógarbrot, skal grannskoðarin beinanvegin geva stuðulsmóttakaranum boð um hetta, og síggja til, at stuðulsmóttakarin innan 3 vikur gevur stuðulsveitara boðini. Um hetta ikki verður gjørt, skal grannskoðarin boða stuðulsveitara frá hesum.
5) Grannskoðarin førir grannskoðanarprotokoll, har grannskoðarin greiðir frá gjørdum grannskoðanararbeiði umframt øllum munandi viðurskiftum, sum hava givið høvi til viðmerkingar. Somuleiðis verða upplýsingar um serlig eftirlitsarbeiði, serligar frágreiðingar, ráðgeving og hjálp førdar í grannskoðanarprotokollina.
6) Grannskoðaði roknskapurin fær eina átekning, sum vísir, at roknskapurin er grannskoðaður sambært hesum reglum. Fyrivarni skulu síggjast í átekningini.
7) Stuðulsmóttakarin skal í seinasta lagi 1. apríl árið eftir lata stuðulsveitaranum avrit av grannskoðanarprotokollini saman við áteknaða ársroknskapinum.

Stk. 3. Er talan um stuðul, sum bert verður veittur ta einu ferðina, og hesin er minni enn 100 tús. kr., verður krav ikki sett um grannskoðan, sbr. § 21, stk. 3.

Tilsøgn dettur burtur og afturgjald av stuðli

§ 23. Veittar tilsagnir detta burtur, og útgoldin stuðul eigur at verða kravdur afturgoldin, í síðsta lagi við árslok árið eftir, at tilsøgnin varð givin, um stuðulsmóttakarin ikki longur lýkur treytirnar fyri at fáa stuðul, ella ikki er førur fyri at fremja avtalaða virksemið á nøktandi hátt.
Stk. 2. Útgoldin stuðul kann eisini verða kravdur afturgoldin, um avlop er í mun til avtalaða virksemið.

Upplýsingarskylda og atgongd til roknskapartilfar

§ 24. Stuðulsmóttakari hevur skyldu at upplýsa, at hann heldur treytirnar fyri at fáa stuðulin.
Stk. 2. Myndugleikarnir sum veita, umsita og hava eftirlit við stuðlinum, og sum hava fingið hesa uppgávuna, sbrt. § 19, stk. 1, 2. pkt. hava atgongd til at síggja og kanna roknskapir og annað roknskapartilfar, umframt atgongd til at staðfesta, at ognirnar eru til staðar og at virksemið er framt.

Orðingar í revsiásetingum

§ 25. Um revsast skal fyri brot á heimildarlóg, eigur hetta at verða ásett í heimildar lógini. Um tað somuleiðis skal kunna revsast fyri brot á kunngerðir til heimildarlóg, eigur henda áseting at verða sett í heimildarlógina: "Í kunngerð, sum verður gjørd sambært heimildarlógini, kann ásetast revsing við bót fyri brot á ásetingarnar í kunngerðini."
Stk. 2. Skal løgfrøðiligur persónur kunna revsast, verður henda áseting sett í lógina: "Álagt kann verða feløgum o.t. (løgfrøðiligum persónum) revsiábyrgd sambært reglunum í revsilógini 5. kapittul."

Kapittul 4
Gildiskoma

Gildiskoma

§ 26. Henda kunngerð kemur í gildi 1. oktober 2011.

Fíggjarmálaráðið, 19. september 2011


Aksel V. Johannesen (sign.)

landsstýrismaður

/ Atli Suni Leo (sign.)
Friðing, vernd, loyvisgeving, stuðul

Løgtingslóg nr. 19 frá 16. september 1948 um friðan av fornminnum og bygningum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 11 frá 19. apríl 1972.

Løgtingslóg nr. 92 frá 21. desember 2004 um vernd av fornlutum í havinum.

Løgtingslóg nr. 14 frá 28. februar 2013 um mentanarsøgulig skip

Anordning nr. 888 fra 8. december 1999 om ikrafttræden for Færøerne af lov om folkekirkens kirkebygninger.

Kunngerð um átekning og stuðul til mentanarsøgulig skip.

Kunngerð nr. 13 frá 11. februar 2000 um bygningar fólkakirkjunnar.

Kunngerð nr. 28 frá 18. mai 2004 um skúlabókasøvn.

Kunngerð nr. 120 um serliga fuglaveiðu frá 21. november 1986.

Kunngerð nr. 60 um ræning av lomvigareggum frá 16. mai 1986.

Kunngerð nr. 87 frá 20. september 2007 um friðing av hvali.

Kunngerð nr. 125 frá 19. september 2011 um lógarbundna játtan og stuðulsjáttan

Kunngerð nr. 52 frá 5. desember 1957: Reglugerð fyri grunnin til varðveitingar av fornminnum í Kirkjubø.

Skjalasavnsvirksemi
Løgtingslóg nr. 49 frá 28. apríl 1992 um Føroya Landsskjalasavn (føroyska arkivlógin).

Kunngerð 117 frá 5. juli 1995 um almenn savnindi og virksemið hjá Føroya Landsskjalasavni.

Avtala millum Forsætismálaráðið og Føroya landsstýrið um savnindi ríkisins í Føroyum.

Lovbekendtgørelse nr. 1035 af 21. august 2007 om arkivloven (danska arkivlógin).

Reglur um vraking av ávísum savnindum hjá almennum stovnum, 2010.

Bókasavnsvirksemi
Løgtingslóg nr. 79 frá 8. mai 2001 um bókasøvn, sum broytt við løgtingslóg nr. 148 frá 20. desember 2005.

Kunngerð nr. 4 frá 20. januar 2012 um avhending av skyldueintøkum til Landsbókasavnið.

Reglugerð frá 15. juli 2003 fyri býtið av bókasavnsgjaldinum

Musealt virksemi
Løgtingslóg nr 26. Frá 17.august 1955 um Føroya Náttúruripasavn, seinast broytt við løgtingslóg nr. 66 frá 10 mai 2000.

Løgtingslóg nr. 32 frá 2. mai 1952 um fornminnissavn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 24 frá 9. apríl 1964.

Løgtingslóg nr. 17 frá 9. mai 1972 um bygdasøvn við mentunarsøguligum týdningi, sum broytt við løgtingslóg nr. 88 frá 17. juli 1986.