logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Samband







Ársfrágreiðingar
LØGTINGSLÓG NR. 17 FRÁ 9. MAI 1972 UM BYGDASØVN VIÐ MENTUNARSØGULIGUM TÝDNINGI/OM KULTURHISTORISKE LOKALMUSEER, SUM BROYTT VIÐ LØGTINGSLÓG NR. 88 FRÁ 17. JULI 1986.

--------------------------------------------------------------------------------
Lagtingslov nr. 17 af 09.05.1972
Broytingar eftir 1. januar 1999 og kunngerðir
--------------------------------------------------------------------------------

Nr. 17 9. mai 1972

§ 1. Bygdasøvn, sum innan avmarkað virkisøki reka mentunarsøguligt virksemi sum nevnt í § 2 í løgtingslóg nr. 32 frá 2. mai 1952 um fornminni, kunnu fáa almennan stuðul, tá tey lúka treytirnar í hesi lóg.
2. stk. 1) Bygdasøvn, sum virka eftir hesi lóg, kunnu átaka sær innsavnan og varðveitslu av skjølum, myndum, ljóð- og myndabondum og øðrum tilfari av bygdasøguligum týdningi.
3. stk. 1) Tað er skylda hjá alment stuðlaðum bygdasavni at halda viðlíka varðar millum bygdir innan virkisøki sítt. Útreiðslur, sum standast av hesum, verða fult endurgoldnar úr avvarðandi kommunukassa, sbr. reglugerð frá 29. oktober 1940.

§ 2. Bygdasavn, sum søkir góðkenning sum stuðulsøkjandi stovnur, skal senda viðtøkur sínar fyri stovnan og rakstri av savninum til góðkenningar saman við umsóknini.
2. stk. Í viðtøkunum skal m.a. vera lýst stjórnarskipan, virkisøki og virksemi savnsins.
3. stk. Kommunustýri, sum veita bygdasavni studning, hava rætt at góðkenna viðtøkur savnsins og at vera við í setan av stjórn.

§ 3. Landsantikvarurin hevur eftirlit við bygdasøvnum og veitir teimum hjálp og leiðbeining.
2. stk. Stuðulssøkjandi bygdasavn sendir landsantikvarinum ársroknskap við frágreiðing, byggiætlanir og ætlanir um keyp av bygningum og jarðføstum fornminnum til fakligar góðkenningar. Landsantikvarurin sendir landsstýrinum tað til fíggjarligar góðkenningar við tilráðing síni, áðrenn studningur verður veittur eftir hesi lóg.
3. stk. Gevst eitt bygdasavn við virki sínum ella fellur í órøkt, ger landsantikvarurin av, hvussu gripir tess skulu varðveitast, til bygdasavn aftur verður góðkent innan avvarðandi virkisøki, og hvussu skyldur tess annars skulu røkjast.
4. stk. Fornminni og gripir, sum góðkent bygdasavn eigur, mugu ikki verða latin av hondum aftur uttan góðkenning.
5. stk. 1) Innsavnan og varðveitsla av skjølum, bondum o.t. eftir § 1, 2. stk. í hesi lóg, sum bygdasøvn átaka sær, krevja góðkenning av landsskjalavørðinum, og veitir hesin bygdasøvnunum hjálp og leiðbeining. Hann hevur eftirlit við søvnunum í tann mun, tey virka sum skjalasavn.

§ 4. 1) Landið letur góðkendum bygdasavni í studningi 60% av rakstrarútreiðslunum.1)
2. stk. Upp í hesar verður roknað: Samsýning til starvsfólk, keyp av gripum, røkt av fornminnum, hiti, ljós, reingerð, innbúgv, leiga av høli o.t. ella renta og avskriving av bygningum, savnið hevur, tá tikið verður við, at landið letur 50% í studningi til keyp ella bygging av savnshúsum og til keyp av jarðføstum fornminnum og bygningum, ið kunnu góðtakast sum fornminni.
3. stk. Studningur verður goldin afturút fyri eitt ár í senn, roknaður eftir góðkendum, grannskoðaðum roknskapi við frágreiðing. Studningsforskot kann verða veitt, grundað á góðkenda rakstrarætlan. Umsóknir um studningsforskot verða viðgjørdar sbr. reglurnar í § 3, stk. 2.
4. stk. Rakstrarútreiðslur, sum ikki koma undir studningsendurgjald, verða hildnar av avvarðandi bygdasavni og kommunum innan virkisøki savnsins.
5. stk. 1) Dokumenteraðar útreiðslur í samband við fyrireikingar til stovnseting av bygdasøvnum kunnu verða tiknar við sum studningsgrundarlag í fyrsta roknskaparári hjá einum bygdasavni ella einum lokalum fornminnisfelag.1)




--------------------------------------------------------------------------------

Endanotur
1) Broytt við Ll. nr. 88 frá 17.07.1986, sett í gildi 01.01.1986
 
Friðing, vernd, loyvisgeving, stuðul

Løgtingslóg nr. 19 frá 16. september 1948 um friðan av fornminnum og bygningum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 11 frá 19. apríl 1972. 

Løgtingslóg nr. 92 frá 21. desember 2004 um vernd av fornlutum í havinum.

Løgtingslóg nr. 14 frá 28. februar 2013 um mentanarsøgulig skip

Anordning nr. 888 fra 8. december 1999 om ikrafttræden for Færøerne af lov om folkekirkens kirkebygninger.

Kunngerð um átekning og stuðul til mentanarsøgulig skip.

Kunngerð nr. 13 frá 11. februar 2000 um bygningar fólkakirkjunnar

Kunngerð nr. 28 frá 18. mai 2004 um skúlabókasøvn.

Kunngerð nr. 120 um serliga fuglaveiðu frá 21. november 1986.

Kunngerð nr. 60 um ræning av lomvigareggum frá 16. mai 1986.

Kunngerð nr. 87 frá 20. september 2007 um friðing av hvali.

Kunngerð nr. 125 frá 19. september 2011 um lógarbundna játtan og stuðulsjáttan

Kunngerð nr. 52 frá 5. desember 1957: Reglugerð fyri grunnin til varðveitingar av fornminnum í Kirkjubø.
 
Skjalasavnsvirksemi
Løgtingslóg nr. 49 frá 28. apríl 1992 um Føroya Landsskjalasavn (føroyska arkivlógin).
 
Kunngerð 117 frá 5. juli 1995 um almenn savnindi og virksemið hjá Føroya Landsskjalasavni.
 
Avtala millum Forsætismálaráðið og Føroya landsstýrið um savnindi ríkisins í Føroyum.

Lovbekendtgørelse nr. 1035 af 21. august 2007 om arkivloven (danska arkivlógin).
 
Reglur um vraking av ávísum savnindum hjá almennum stovnum, 2010.

Bókasavnsvirksemi
Løgtingslóg nr. 79 frá 8. mai 2001 um bókasøvn, sum broytt við løgtingslóg nr. 148 frá 20. desember 2005.
 
Kunngerð nr. 4 frá 20. januar 2012 um avhending av skyldueintøkum til Landsbókasavnið.

Reglugerð frá 15. juli 2003 fyri býtið av bókasavnsgjaldinum

Musealt virksemi
Løgtingslóg nr 26. Frá 17.august 1955 um Føroya Náttúruripasavn, seinast broytt við løgtingslóg nr. 66 frá 10 mai 2000.

Løgtingslóg nr. 32 frá 2. mai 1952 um fornminnissavn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 24 frá 9. apríl 1964.

Løgtingslóg nr. 17 frá 9. mai 1972 um bygdasøvn við mentunarsøguligum týdningi, sum broytt við løgtingslóg nr. 88 frá 17. juli 1986.